Malala í biografinum

Malala í biografinum
Heimskendi nobelvinnarin, Malala, hevur fingið viðurkenning um allan heim fyri sítt dirvi at stríðast fyri skúlagongd hjá gentum í Pakistan. Fyrst kom ein bók út um hana, og nú er ein dokumentarfilmur gjørdur um Malalu
08.11.2015 - 10:15

Skotið gjørdi hana heimskenda

Tann 9. oktober 2012 bleiv 15 ára gamla Malala Yousafzi skotin í høvdið av stríðshugaðum fólki úr Taliban, tí hon hevði tosað opið um útbúgving hjá gentum. Síðani skothendingina er Malala vorðin ein altjóða rødd fyri at tosa um rættindi til skúlagongd hjá gentum. Hon hevur eisini útgivið bókina Eg eri Malala og vunnið Nobel friðarheiðurslønina. Nú er ein dokumentarfilmur eisini gjørdur um djørvu gentuna.

 

Les eisini: Ummæli: Eg eri Malala

 

He named me Malala

Filmurin snýr seg um, tá Taliban leyp á Malalu í skúlabussinum í Swat dalinum í Pakistan. Skúladagurin hjá Malalu og vinkonunum er liðugur, og tær eru á veg heim, tá ið Taliban leypir á hana. Malala varð álvarsliga særd, men var heppin og kom frá hendingini við lívinum. Taliban segði um hana og pápan, at tey bæði vóru fíggindar og skuldu drepast, tí tey bæði vildu hava gentur at ganga í skúla. Álopið elvdi til tað øvuta. Allur heimurin vildi stuðla Malalu og gentunum í Pakistan og í øllum heiminum at ganga í skúla og at fáa sær eina útbúgving. Í dag býr Malala í Bretlandi, har hon gongur í skúla.

 

Stórur eftirspurningur

Filmsfelagið hevði bæði skúlasýning og almenna sýning í oktober. Eftirspurningurin hevur tó verið somikið stórur, at Havnar Bio hevur valt at vísa filmin frá hósdegnum 12. november til týsdagin 17. november. 

 

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.