Mentanarkafé í Norðurlandahúsinum

Mentanarkafé í Norðurlandahúsinum
Mikudagin og hósdagin verður mentanarkafé til ung í Borðkróki í Norðurlandahúsinum. Hetta í samband við Ung í Føroyum, ið verður hetta vikuskiftið.
13.11.2013 - 10:45

 

Ung listafólk í Føroyum fingu fyri fáum árum síðani eina stevnu, har tey kunnu spíla seg út í kreativiteti. Í vikuskiftinum verður væl umtókta ungdómsstevnan aftur, og í samband við hetta er møguleiki fyri at fara á mentanarkafé í Norðurlandahúsinum í dag og í morgin.

 

Kafékvøldið er ikki bert fyri luttakarar í UíF, men fyri øll ung, ið eru áhugað í UíF ella bert hava hug at fara ein túr í NLH at lurta eftir tónleiki, upplestri o.ø. afturvið einum temunni. Punjab, Sleepless Ghosts og MuMi-orkestrið eru ímillum nøvnini á skránni. 

 

Eisini verður Ung í Føroyum myndasavn- og plakatframsýning, har allar plakatirnar, ið vóru sendar inn til plakat-kappingina hjá UíF, verða sýndar fram.

 

Kostnaður er 20 krónur og við í keypinum fært tú eina sodavatn og ert við í lutakastinum um atgongumerki til Ung í Føroyum-framsýningina sunnudagin, tá ið luttakararnir fara á pall at vísa úrslitið frá stevnuni í ár.

 

Skráin:

Mikudagur 13/11
Byrjar kl 17.00
“Punjab” kl. 17.15
Upplestur eftir Rannvu Næs Hoydal kl 17.40
Stuttfilmur eftir Daniel Jensen kl. 18:00
“Sleepless Ghosts” kl 18.30
Eftir framførslurnar verður vinnarin av einum atgongumerki til Ung í Føroyum-sýningina drigin.
“Klein” diskar ímillum sýningarnar.
Endar kl. 20.00

Hósdagur 14/11
Byrjar kl 17.00
“MuMi orkestrið” kl 17.15
Yrkingar eftir Trygva Danielsen kl. 17.40
“Sissal, Annika og Jákup” kl. 18.00
Stuttfilmur eftir Daniel Jensen kl 18.20
Eftir framførslurnar verður vinnarin av einum atgongumerki til Ung í Føroyum-sýningina drigin.
Endar kl. 20.00

Meira um tiltakið er at finna á Nlh.fo

 

Her ber eisini til at lesa samrøðu við Rakel Helmsdal um UíF!

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.