- Tíðindi, mentan og ítróttur
The Guardian: Føroyskur matur brýtur upp úr nýggjum
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-forsida-stor/public/koks-restaurant-faroe-isl-008.jpg?itok=RA88kdVU)
Tað eru stór orð, sum bretski journalisturin Micheal Booth hevur at bera føroyskari matmentan í greinini “Faroe Islands: The New Nordic Frontier”, sum The Guardian gav út leygardagin.
Booth greiðir í greinini frá vitjan síni í Føroyum, og upplivingum hansara við føroyskum mati og rávørum. Hann vitjaði m.a. bóndan á Stóru Dímum, var á hummaraveiðu og á Áarstovu og Koks.
- Gloym Keypmannahavn ella enntá Reykjavík. Eg havi hoyrt, at hesin hópurin av 18 grýtutum oyggjum mitt í Norðuratlanshavinum (...) er nýggi fronturin í nýnorðurlendsku matrørsluni. Eitt stað, har eitt lítil hópur av avgjørdum slóðbrótarum við einum framskygdum kokki á odda mennir framfúsa, nútímans matgerð burturúr tí mest berliga matmentanararvinum, skrivar Booth.
Hóast greinin yvirhøvur er sera jalig, og bretin greiðir frá stórum matupplivingum, kemur hann eisini við einari heldur skeptiskari lýsing av grindadrápinum í einari stuttari viðmerking.
- Teir eru ikki viðkvæmir, føroyingarnir – hetta prógvar árliga summar grindadrápið eisini, sum at síggja til hevur eitt yvirbrá av einum familjufestivali (tó eyðsæð ikki fyri hvalirnar, sum verða slaktaðir, hóast teir eru so dálkaðir við kviksilvuri, at embætislæknarnir viðmæla, at teir ikki longur egna seg sum mannaføði).
![]() |
Sissal bloggar: #2. partur | Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum |
![]() |
Sissal bloggar: #1. partur | Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum |
![]() |
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 | Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018 |
![]() |
Sigarettirnar eru skiftar út við snús | Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av... |
![]() |
Jólakalendarin: tiltøk í desember | Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan. |