Trend: Grønlendarar leggja myndir av sær sjálvum út hálvnaknum

Mynd úr "Niviaaluit"
Trend: Grønlendarar leggja myndir av sær sjálvum út hálvnaknum
Millum grønlendarar hava tvær Facebooksíður fingið nógvar grønlendarar ørkymlaðar. Her leggja ungir grønlendarar hálvnaknar myndir av sær sjálvum út.
10.03.2014 - 00:45

Ein nýggj trend hevur stungið seg upp millum grønlendarar á Facebook. Ungir grønlendarar leggja myndir av sær sjálvum hálvnaknum út á tvær Facebooksíður. Niviaaluit er síðan fyri gentur, og Nukappissat er síðan fyri dreingir – heitini merkja ávíkavist ungar gentur og ungir dreingir.

 

Hetta hevur skapt mikla ørkymling í Grønlandi, og grønlendska javnstøðunevndin er stúrin um ungu grønlendararnar, ið kunnu dálka sær sína framtíð. Eisini harmast tey um, at fleiri av myndunum eru av børnum undir 18 ár og ráða tí ungum at halda sær frá síðuni, skrivar grønlendski portalurin Sermitsiaq.aq.

 

Har eru fleiri, sum hava lagt myndir út uttan at fjala teirra andlit og eru tískil løtt at kenna aftur. Onnur hava slørað ella fjalt andlitið fyri ikki at útstilla seg sjálvan í størri mun.

 

Fleiri av viðmerkjarunum á Sermitsiaq siga, at tey vilja hava síðuna slettaða og mæla øðrum til at melda síðuna. 

 

Hvat heldur tú um grønlensku “trendina”? 

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.