Vikan, ið fór

Vikan, ið fór
Hvat er hent í verðini hesa vikuna - les feskastu tíðindini
31.05.2015 - 14:30

Føroyar - Altjóða gjøgnumbrot hjá listafólki

Eitt av mest týdningarmestu bretsku samtíðarlistasøvnunum, Saatchi Gallery, í London hevur keypt fimm myndir frá føroysku listakvinnuni, Rannvá Kunoy. Rannvá Kunoy kann gerast fyrsta føroyska myndlistafólk við altjóða gjøgnumbroti. Ein Art Advisor sá myndirnar hjá henni til eina framsýning í Biel, Centre PasquArt, og sendi katalogið til ein av stjórunum hjá Saatchi Gallery. Alt gekk skjótt fyri seg eftir hetta. Stjórin ringdi síðani til Rannvá og vildi lána myndirnar til gallaríið. Nakrar tímar eftir at tey høvdu lánt tær, ringdu tey aftur og vildu keypa allar fimm myndirnar.

 

"Hetta er í grundini so mikið stórt, at tað næstan ikki er til at fata," skrivar Kinna Poulsen á Listaportalinum.

 

Les meira um hetta á Listaportalinum.

 

Danmark - Nýval útskrivað

Mikumorgunin útskrivaði Helle Torning Schmidt nýval í Danmark. Fólkatingsvalið verður 18. juni í Danmark, og somuleiðis skulu vit á val heima í Føroyum og í Grønlandi tá. Vit skulu velja tveir limir at umboða okkum á fólkatinginum.

 

Les meir um tað her.

 

Írland - Víðka um rættindi hjá samkyndum

22. mai fingu allir írar somu rættindi at ganga saman í skrásett parlag. Lógaruppslagið um at broyta hjúnabandslógina, soleiðis at øll kunnu fáa skrásett parlag uttan mun til kyn, var stuðlað av stjórnun og meirilutanum av politisku flokkunum. Tað vóru 62,7 % sum atkvøddu fyri.

 

Grønland - Samkynd kunnu vígast í kirkju

1. oktobur kunnu samkynd í Grønlandi vígast í kirkjuni. Hetta samtykti ein stórur meiriluti av landstinginum 26. mai. Tað var Justus Hansen úr Demokratiska flokkinum, sum reisti uppskotið á heysti í 2010. Hann heitti á donsku stjórnina at nútímansgera hjúnabandslógina, so eisini samkynd kunnu verða vígd.

 

Sveis - Rok í Fifa

Nógv umtalaði aðalfundurin hjá FIFA var fríggjadagin, har formansval var á breddanum. Mikudagin vóru fleiri av fremstu monnunum í FIFA handtiknir, tí teir eru mistonktir fyri umfatandi mutur. Hóast Blatter, verandi forseti í Fifa, ikki var millum teir handtiknu, so mistonkja mong júst hann at vera stratekin aftan fyri gøluna. Við UEFA á odda royndu fleiri at fáa jordanska prinsin, Ali, valdan, men hetta miseydnaðist. Blatter hevur stóran stuðul í Afrika og Asia, har FIFA hevur brúkt almikið av peningi síðstu árini. Stór ónøgd hevur verið við, at Katar og Russland skulu skipa fyri komandi HM. Nógv halda, at mutur varð við í spælinum, tá hesi londini fingu kappingarnar tillutaðar. 

 

Aftan á fundin hava fleiri týðandi nevndarlimir tikið seg aftur, tí tey eru misnøgd við Blatter. UEFA og aðrir felagsskapir tosa um at boykotta HM í Russlandi og at taka seg úr  FIFA, um 79 ára gamli Blatter verður sitandi.

 

Les meira her.

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.