17 ára gomul genta fær Nobel friðarheiðurslønina

17 ára gomul genta fær Nobel friðarheiðurslønina
Tann 17 ára gamla Malala Yousafazai úr Pakistan og indiski Kailash Satyarthi móttaka friðarheiðurslønina 2014
10.10.2014 - 13:00

Malala Yousafazai og Kailash Satyarthi deila Nobelfriðarheiðurslønina í ár, fyri teirra stríði ímóti kúgan av børnunum og ungum, og rættinum hjá teimum til útbúgving. Hetta sigur leiðarin av norsku Nobelnevndini, Thorbjørn Jagland, á einum tíðindafundi í Oslo í dag.

 

- Tað er neyðugt fyri eina friðarliga alheims menning, at rættindini hjá børnum og ungum verða vird. Serliga á økjum við stríði, kann kúgan av børnum elva til, at harðskapur kann halda á fram frá ættarlið til ættarlið. Nobelnevndin heldur tað vera ein týðandi kjarni, at ein hindu og ein muslimur, ein indari og ein pakistani stríðast saman fyri útbúgving og ímóti ekstremismu. Endamálið við prísinum er, at heiðra fólkum, sum hava styrkt bandið ímillum tjóðir og fyri at fáa friðaravtalur í lag, greiðir nevndin frá.

 

Nevndin vísir á, at tað eru 168 milliónir barnaarbeiðarar í heiminum. Men tað gongur framá, tí fyri 14 árum síðani var talið 78 milliónir meiri.

 

Skúlagentan sum bleiv kend fyri mótmæli ímóti Taliban

Malala Yousafazai bleiv sum 15 ára gomul skotin í høvdið av stríðshugaðum fólki frá Taliban, tá hon var á veg í skúla. Árið eftir stóð hon fram á altjóða palli, og bleiv ein markant rødd fyri rættindum hjá børnum, og serliga hjá gentum. Hon hevur arbeitt nógv fyri rættindum hjá gentum til skúlagongd. Hon hevur millum annað útgivið eina bók um sítt stríð og móttikið menniskjarættindaheiðurslønina frá FN.

 

Stríðst ímóti barnaarbeiði síðani 1990'ini

Kailash Satyarthi hevur verið virkin í stríðnum ímóti barnaarbeiði síðani 1990'ini. Hann er ikki kendur á altjóða støði, sum Malala, men er kendur í India. Stovnurin hjá honum, Bachpan Bachao Andolan, hevur bjargað umleið 80.000 børnum úr trælalíknandi umstøðum á virkjum og landbrúki, og hevur givið teimum møguleika fyri skúlagongd.

 

Í ár vóru 278 útnevnd til at kunna móttaka Nobel friðarheiðurslønina, og hetta er tað hægsta talið nakrantíð.

 

 

 

Kelda: Politiken.dk

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.