- Tíðindi, mentan og ítróttur
- Uppliving at spæla hondbólt á altjóða støði
Skrivað hevur: Katrin Dahl Hanusson
Leygardagin og sunnudagin fara tvey kvinnuhondbóltslið í eldin, tá ið fyrsta undanumfarið til Europa-cup verður spælt. Tað eru grøna liðið úr Havn, Kyndil, og belgiska liðið, Femina Vise, sum skulu spæla í Høllini á Hálsi hetta vikuskiftið. Kvinnuliðið hjá Kyndli hevur ikki luttikið í nakrari Europa-cup kapping áður. Tískil er hetta nakað heilt serligt í 58 ára longu søguni hjá Kyndli.
Kvinnuliðið hjá Kyndli, sum vann greipuna undanfarna kappingarár, er mannað av fleiri ungum leikarum. Ein teirra er 19 ára gamla Anna Sofía Hjalt Mohr.
Hondbóltur í gerandisdegnum
Hondbólturin fyllir rættiliga nógv í gerandisdegnum hjá Onnu Sofíu. Tær venja 3-4 ferðir um vikuna. Vikuskiftini fara sum oftast eisini við hondbólti, tí tá ið Anna Sofía ikki spælir sjálv, plagar hon at stuðla øðrum Kyndlaliðum, sita við dómaraborðið ella døma dystir í ungdómsdeildunum.
- Hondbólturin hevur verið ein vanligur partur av gerandisdegnum, síðan eg var lítil, so tað er ringt at ímynda sær, hvussu tað hevði verið uttan.
Nógv suffa og puffa, tá ið tey hugsa um miðnámsskúla og skúlating. Tað er eingin ivi um, at tað er ein strævin tíð hjá teimum flestu ungu. Tað kennist ofta sum, at tíðin ikki strekkir til. Anna Sofía heldur tó, at um mann skipar dagin rætt, so ber alt til.
- Til tíðir kann tað vera rættiliga stressandi at venja hondbólt og ganga í skúla samstundis, tí tíverri hevur mann tað viðhvørt við at bíða til síðstu løtu við t.d. at skriva stíl ella at lesa eina bók. Men um tú skipar gerandisdagin rætt, og gert tingini í góðari tíð, so er tað als eingin trupulleiki.
Felagsmynd av Kyndlaliðnum
Nýggjar avbjóðingar
Í landskappingini eru bert 7 kvinnulið, og tí kann tað gerast einstáttað altíð at spæla ímóti teimum somu. Hetta er tó frægari enn í fjør, tá ið bert 6 kvinnulið vóru við í landskappingini. Hóast 1 lið er lagt afturat í landskappingini, hava kvinnurnar í Kyndli leitað sær út í heim eftir fleiri avbjóðingum.
- Tað kann sjálvandi gerast einstáttað til tíðir at spæla í Føroyum, men tað er tó ikki beinleiðis orsøkin til, at vit avgjørdu at melda okkum til Europa-cup. Vit vilja sleppa at royna avbjóðingina uttanlands - vita hvussu vit kunnu klára okkum, og so er tað eisini ein stór uppliving í sjálvum sær. Eisini valdu vit at fáa belgiska liðið hendan vegin fyri at vekja áhugan fyri altjóða hondbólti í Føroyum. Kyndilskvinnur hava aldrin áður luttikið í evropeisku hondbóltskappingini, so hetta verður sera spennandi hjá okkum.
- Nú hava vit ikki roynt hetta áður, og vit vita lítið og einki um belgiska liðið, so vit hava ikki fyrireikað okkum serliga nógv ørðvísi, enn vit plaga. Vit ætla at gera okkara besta, og spæla okkara spæl, og so taka tað har frá. Aftaná fyrsta dystin leygardagin vita vit, hvussu mótstøðuliðið er, og so kunnu vit møguliga gera okkurt ørðvísi til næsta dystin, um tað verður neyðugt. Men fyrireikingarnar til hendan dystin eru tær somu sum til vanligu landskappingardystirnar. Vit eru ordiliga spentar og gleða okkum til hesa stóru avbjóðingina.
Kanst tú tippa eitt úrslit?
- Hetta belgiska liðið hevur nógvar altjóða royndir, og hevur luttikið í nógv ár, so tær eru vanar við tað. Vit hava tó aldrin roynt tað áður, so eg veit ikki ordiliga, hvat mann skal væntað. Vit ætla kortini at gera alt, hvat vit megna fyri at fáa eitt so gott úrslit sum møguligt. Vit taka hetta sum eina uppliving. Eg dugi slett ikki at tippa, hvat úrslitið verður, men eg hopi, at vit fara nøgdar av vøllinum sunnukvøldið.
Dystirnir millum Kyndil og Femina Vise verða spældir í Høllini á Hálsi leygardagin 18. oktober kl. 17.00 og sunnudagin 19. oktober kl. 17.00.
Sissal bloggar: #2. partur | Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum | |
Sissal bloggar: #1. partur | Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum | |
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 | Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018 | |
Sigarettirnar eru skiftar út við snús | Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av... | |
Jólakalendarin: tiltøk í desember | Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan. |