- Tíðindi, mentan og ítróttur
Barbie-dukka við kjøkrutari húð og pirrum

Jólini nærkast í hvørjum. Allarhelst hava fleiri børn sett barbie-dukkurnar á ynskilistan.
Men er tað í lagi, at smáar gentur vaksa upp í trúnni, at ein miðja á 40 sentimetur og pinnalør er vanligt?
Um barbie var eitt veruligt menniskja, var hon, sambært Daily Mail, so veik, at hon ikki hevði klárað at gingið. Hetta skrivar Mx.dk á heimasíðu teirra.
Lammily Doll hava tískil valt at geva barbie-dukkuni eitt nýtt snið, har hon umboðar púra vanligar 19 ára gamlar gentur við øllum tí, ið hoyrir til t.d. appilsinhúð og pirrur.
- Nógvar leikur drega børn til at spæla í einum hugflogsheimi. Men hví ikki vísa teimum, hvussu veruleikin er? Hann er ikki perfektur, men vit hava alt, vit hava. Og tað er fantastiskt, sigur Nickolay Lamm, skapari av nýggju barbie-dukkuni, við Time.com
Sí myndir av barbie-dukkuni niðanfyri. Myndirnar eru frá Lammily.com





|
Sissal bloggar: #2. partur | Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum |
|
Sissal bloggar: #1. partur | Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum |
|
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 | Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018 |
|
Sigarettirnar eru skiftar út við snús | Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av... |
|
Jólakalendarin: tiltøk í desember | Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan. |




