Fimm misskiljingar um rúmdina

Fimm misskiljingar um rúmdina
Les um fimm av vanligastu misskiljingunum, ið nógv av okkum hava, um rúmdina
09.03.2015 - 15:45

1. Ljóð hoyrist í rúmdini

 

Ein vanlig misskiljing er, at ljóð er til í rúmdini. Á jørðini ferðast ljóð ígjøgnum støðugar lufttrýstsaldur í atmosferuni. Oyru okkara hava ment seg soleiðis, at vit kunnu uppfanga hesar vibratiónirnar, og sostatt hoyra vit ljóð.

 

Men í rúmdini er eingin atmosfera. Av tí sama er einki, ið kann bera lufttrýstsaldur frá einum staði til eitt annað.

 

Sostatt er einki ljóð í rúmdini, og 'scenur' úr sci-fi filmum, sum t.d Star Wars, har ið spreingingar og lasaraljóð hoyrast í rúmdini, áttu tí at verið stummar, um rætt skuldi verið rætt.

 

 

  1. Tú frystir í rúmdini

Sambært summum rúmdarfilmum frysta vit beinanvegin til ís, um vit ikki hava røttu verjuna, tá vit ferðast í rúmdini. Tað er púra rætt, at rúmdin er sera køld. Men, eins og ljóð, so ferðast hiti ikki lættliga gjøgnum rúmdina.

 

Sostatt tekur tað longri tíð hjá kroppshitanum at rýma úr kroppinum, tá vit eru í rúmdini, enn tað ger í køldum umvhørvum her á jørðini. Vit høvdu tí ikki blivið til glerpípur.

 

 

  1. Eldur og spreingingar eru í rúmdini

Flestu rúmdarfilmar visa okkum ræðumyndir av spreinginum og óhappum í rúmdini. Men eldur er ikki eitt ting í sær sjálvum, tað er ein reaktión har loftevni brenna saman í luftini.

 

Í rúmdini er eingin luft. Uttan luft er eldur ikki til. Tó kunnu smærri spreingingar henda, um eitt rúmdarfar sundrast og luftin inni í tí skapar eina reaktión. Men hendan spreingingin hevði verið sera lítil, og hevði skjótt verið kvald av manglandi luftini í rúmdini.

 

Sostatt eru flestu spreingingar í rúmdarfilmum ikki eftirfarandi.

 

 

  1. Ongin tyngdarkraft í rúmdini

Tá folk síggja astronautar flóta í vektloysi í altjóða rúmdastøðini, gongur mann ofta út frá, at tað er tí, at har ikki er nøkur tyngarkraft.

Veruleikin er tó tann, at einki menniskja hevur upplivað fullkomið tyngdarloysi.

 

Menniskjan hevur nevniliga ongantíð ferðast longri burtur út í rúmdina enn til Mánan, og máni okkara verður hildin í ringrás av tyngarkraftini.

Satt at siga eru fá støð í rúmdini, har tað ikki er nøkur tyngdarkraft til.

 

Tað, sum vit uppfata sum tyngdarloysi, er í veruleikanum bara ein blanding millum veika tyngdarkraft og konstant frítt fall.

 

 

  1. Mánin hevur eina myrka síðu

Av tí at ringrásin hjá mánanum er bundin, síggja vit á jørðini altíð somu flatuna. Hetta hevur fingið nógv at halda, at mánin hevur eina myrka síðu, ið aldrin sær sólarljós. (Fløgan hjá Pink Floyd ‘Dark Side of the Moon' er eitt gott dømi um hetta.)

 

Veruleikin er tó ein heilt annar. Av tí at jørðin ferðast í ringrás um sólina, og mánin ferðast í ringrás um jørðina, rakar sólin allar síðurnar av mánanum, og mánin hevur tí ikki eina myrka síðu.

 

 

 

Kelda: www.geek.com

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.