Hvat, hvar og hví?

Hvat, hvar og hví?
Røddin spyr Ásu Hammershaimb Christiansen, hvat hon lesur, hvar og hví
10.03.2015 - 12:00

Hvat lesur tú?

 

Eg lesi politik og umsiting, eisini kallað stjørnmálafrøði, á 3 ári, so eg fari í holt við mína BA nú. Upprunaliga las eg International Relations (tað er altjóða politikkur) í London í eitt ár, men valdi at flyta heim aftur til Føroya og halda fram her.

 

Hvar lesur tú?

 

Sum sagt,  byrjaði eg at lesa í London, men eftir fyrsta árið var lokið, vildi eg flyta heim til Føroya og søkti um at sleppa at halda fram við útbúgvingini á søgu- og samfelagsdeildini á Fróðskaparsetrinum, har eg valdi meg inn á politik og umsiting linjuna. Tíbetur fekk eg alt skúlaárið í London góðskrivað.

 

Hví valdi tú júst hetta?
 

Góður spurningur. Eg valdi tað ikki beinleiðis, eg prøvaði meg fram, og endaði her – og her føli eg, at eg havi funnið mína hill. Mín áhugi er fjøllbroyttur, og eg kundi hugsað mær at lisið næstan alt.

 

So eg prøvaði meg fram; fyrst á einari grønari-miljø ingeniør útbúgving, síðani sum bioanalytikara, byrjaði at supplera kemi og fysik á A-støði.

Hóast alt hetta var áhugavert, var tað ikki júst tað. So valdi eg brádiliga at fara til London og byrja upp á eina politik útbúgving, og har fall 5 oyra – hetta var akkurát tað.

 

Mær dámdi væl at lesa í London, men valdi at flyta heim, tí eg og sjeikurin blivu við barn, og eg vildi ikki búgva í London við einum barni.

Eg søkti tí um góðskriving á Setrinum– og hetta er tann besta avgerðin, eg havi tikið. Eg elski at ganga á Setrinum – góðir lærarir, áhugaverd fak og deiligir floksfelagar.

 

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.