- Tíðindi, mentan og ítróttur
Vís mær títt lestrarlív - Sólja av Skarði, Ísland
Röddin setur í løtuni fokus á lestrarlívið, nú tíðin nærkast, har freistirnar til at søkja inn á skúlar eru av. Fylgið við á heimasíðuni komandi tíðina, har vit fara í dýpdina við ymiskum lestrarbýum og útbúgvingum.
Hesin tátturin snýr seg um at seta myndir á ymsu lestrarbýirnar, so tað verður lættari fyri teg at ímynda tær lestrarlívið.
Sólja av Skarði – Reykjavík, Ísland
Persónurin, sum hesa ferð vísir okkum sítt lestrarlív, er 24 ára gamla Sólja av Skarði, sum lesur í Reykjavík í Íslandi.
Sólja lesur BA í fólkalívsfrøði við íslendskum sum bifak á Háskóla Íslands, sum liggur í Reykjavík.
Les meira um Háskóla Íslands her.
3 ráð frá Sólju
- Tað er sera gott at seta seg eitt sindur inn í íslendska málið, áðrenn ein kemur til Íslands. Serliga um útbúgvingin er á Íslendskum. Tær flestu BA útbúgvingarnar verða undirvístar á íslendskum, men hinvegin verða fleiri av MA útbúgvingunum undirvístar á enskum.
- Søk SU í góðari tíð. Serliga um útbúgvingin ikki er góðkend á Fast Track listanum hjá SU. Tað kann nevniliga verða sera roksut og drúgt at fáa SU í rætt lag, tá ein lesur uttanfyri Danmark.
- Byrja at leita eftir íbúð í góðari tíð og skriva teg upp til lestraríbúð hjá Stúdentagørðum so skjótt, sum tey lata upp fyri umsóknum. Stúdentagarðar hava bæði íbúðir og kømur, ið liggja væl fyri annaðhvørt við skúlan ella í miðbýnum, fyri ein góðan prís. Mann kann søkja um íbúð frá 1. juni her.
Röddin hevur biðið Sólju um at taka myndir av sínum undirvísingarhøli, kantinu, skúla og bústaði.
Skúlin
Tað eru fleiri skúlabygningar frá ymiskum tíðarskeiðum, ið allir verða brúktir til undirvísing. Glasbygningurin í miðjuni verður kallaður "Háskólatorg".
Í kjallaranum á háskúlatorginum er "Stúdentakjallarinn". Studentakjallarin er ein hugnalig kafé um dagin og feit barr við ymiskum tiltøkum um kvøldið. Eitt fantastiskt stað at rýma frá stressandi lestrarlívinum og taka sær av løttum eina løtu.
Undirvísingarhøli
Skúlastovurnar eru sera ymiskar, bæði í stødd og hvussu flottar tær eru. Alt frá pinkulítlum gomlum skúlastovum til biografsalir og stórar nýmótans fyrilestrarsalir.
Kantinan
Kantinur eru í flestu bygningum, men størsta kantinan er á Háskólatorgi, sum sæst á myndini.
Heima
Vit búgva í einari lítlari, hugnaligari kjallaraíbúð mitt í býnum. Háskóli Íslands liggur bert 10-15 minuttir til gongu frá miðbýnum,
Myndin er tikin í havanum hjá okkum. Viðhvørt er eisini gott veður í Íslandi.
Röddin ynskir Sólju góða eydnu við útbúgvingini.
Sissal bloggar: #2. partur | Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum | |
Sissal bloggar: #1. partur | Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum | |
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 | Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018 | |
Sigarettirnar eru skiftar út við snús | Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av... | |
Jólakalendarin: tiltøk í desember | Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan. |