- Tíðindi, mentan og ítróttur
Vís mær títt lestrarlív - Búgvi Jónleifsson Magnussen, Australia

Röddin setur fokus á lestrarlívið. Fylgið við á heimasíðuni komandi tíðina, har vit fara í dýpdina við ymiskum lestrarbýum og útbúgvingum.
Hesin tátturin snýr seg um at seta myndir á ymsu lestrarbýirnar, so tað verður lættari fyri teg at ímynda tær lestrarlívið.
Búgvi Jónleifsson Magnussen – Melbourne, Australia
Persónurin, sum hesa ferð vísir okkum sítt lestrarlív, er 26 ára gamli Búgvi Jónleifsson Magnussen, sum lesur í Melbourne í Australia.
Búgvi lesur bachelor of Fine Arts (jazz and improvisation) á Victorian College of the Arts, sum liggur í Melbourne í Australia.
Les meira um Victorian College of the Arts her.
3 ráð frá Búgva
1. Fyrireika teg í góðari tíð! Tað tekur upp til eitt ár at fáa alt pappírarbeiðið í rætt lag.
2. Spar tær fitt av pengum upp. Australia er eitt dyrt stað, men tað er nemt at fáa starv her.
3. Leyp út í tað! Tað kann vera strævið at vera burtur frá øllum og at vera so langt vekk, men tað er tað vert! 100%. Tú lærir ting, ið tú aldrin kanst læra við at bara lesa í Danmark ella Føroyum, og tú fært eitt fantastiskt perspektiv upp á tína egnu mentan.
Röddin hevur biðið Búgva um at taka myndir av sínum skúla, undirvísingarhøli, kantinu og bústaði.
Skúlin
Undirvísingarhøli
Kantina
Heima
Röddin ynskir Búgva góða eydnu við útbúgvingini
![]() |
Sissal bloggar: #2. partur | Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum |
![]() |
Sissal bloggar: #1. partur | Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum |
![]() |
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 | Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018 |
![]() |
Sigarettirnar eru skiftar út við snús | Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av... |
![]() |
Jólakalendarin: tiltøk í desember | Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan. |