- Tíðindi, mentan og ítróttur
Tíðindaskriv: Enekk við nýggjum løgum á G!
Serliga blandingin av fólkatónleiki og jazzi hevur gjørt Enekk til eitt ikon í føroyskari tónleikasøgu.
Teirra heilt serliga ljóð og sterku framførslur hava verið millum tær bestu, ið eru sæddar á føroyskum palli. Enekk hevur havt ein týðandi part í festivalssøguni, teir framførdu til tann allarfyrsta G!-festivalin í 2002.
Eftir ikki at hava verið virknir í nógv ár, komu teir sterkt aftur í fjør við eini heilt serligari konsert, har fyrsta fløga teirra, Ver Sterk Mín Sál, varð framførd við upprunamanningini - 20 ár eftir hon varð útgivin.
Konsertin í ár verður eisini forkunnug, tí Enekk fara at framføra nýggj løg, ið ikki eru útgivin, aftrat væl kendu og dámdu løgunum frá teimum fýra fløgunum, bólkurin hevur latið úr hondum. Tað verður altso ein konsert, tú sum Enekk-fjeppari ikki kanst missa.
Manningin í ár verður Agnar Lamhauge á bassi, Óli Olsen á ljómborði og harmoniku, Heðin Ziska Davidsen á el-gittar og elektronikki og sjálvandi Kári Sverrisson við sangi og kassagittara.
Sissal bloggar: #2. partur | Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum | |
Sissal bloggar: #1. partur | Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum | |
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 | Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018 | |
Sigarettirnar eru skiftar út við snús | Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av... | |
Jólakalendarin: tiltøk í desember | Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan. |