Thorning skrivar út nýval

Thorning skrivar út nýval
Danski forsætisráðharrin Helle Thorning-Schmidt hevur í morgun skrivað út nýval
27.05.2015 - 10:00

Kl. 11 í dag (danska tíð), segði danski forsætisráðharrin Helle Thorning-Schmidt á einum tíðindafundi, at danska fólkatingsvalið verður tann 18. juni.

Gitingar hava leingi verið um, nær hon fór at skriva út nýval – um valið fór at liggja áðrenn ella aftan á summarfrítíðina – so hetta kemur ikki óvæntað.

 

Sjálvt um socialdemokratarnir við Thorning á odda hava klárað seg lutfalsliga væl í seinastu veljarakanningunum og hava klárað seg betur enn Venstre við Løkke á odda, so hava næstan allar veljarakanningarnar víst, at blái blokkurin stendur sterkastur. Seinasta kanningin, sum DR gjørdi mitt í mai, vísti, at reyður blokkur fær 47,7 prosent, ímeðan bláur blokkur fær heili 52,2 prosent av øllum atkvøðunum. Men enn er einki víst.

 

Á fólkatinginum sita Sjúrður Skaale fyri Javnaðarflokkin og Edmund Joensen fyri Sambandsflokkin, so danska fólkatingsvalið ávirkar eisini føroyingar. Vit skulu eisini á val tann 18. juni, har vit skulu taka støðu til teir báðar sessirnar, sum føroyingar hava á fólkatinginum.

 

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.