Røddin spyr: Hvønn leiklut skal ein føroyskur fólkatingslimur hava?

Tilgjørd mynd
Røddin spyr: Hvønn leiklut skal ein føroyskur fólkatingslimur hava?
Röddin spyr ungmannafeløgini, hvønn leiklut ein føroyskur fólkatingslimur skal hava
01.06.2015 - 21:30

Kjakið endurtekur seg. Hvørt ár fer kjakið aftur í kjarnina, har flokkarnir kjakast um, hví vit skulu hava eitt føroyskt umboð á fólkatingi, og hvønn leiklut føroyski fólkatingslimurin skal hava. 

 

Síggj formanskjakið her: Formanskjak undan fólkatingsvalinum 2015

 

Í formansrundini í Degu og Viku var ikki øðrvísi, tá umboðini fyri politisku flokkarnar skiftu orð um ymisk viðurskifti í samband við fólkatingsvalið. Umframt at kjakast um ítøkilig politisk mál fór ein stórur partur av kjakinum fram við at hugleiða um, hvønn leiklut ein fólkatingslimur skal hava. Spurningurin er, um tað skal vera so, ella um vit eiga at vera komin víðari frá tí spurninginum. 

 

Röddin spurdi tey ungmannafeløgini, ið vóru áhugað at svara, hvønn leiklut tey hildu, ein føroyskur fólkatingslimur skal hava. 

 

 

Hoyr innslag hjá Góðan Morgun Føroyar um fólkatingsvalið: Fólkatingsvalið er defust

 

 

Ungmannafeløgini svaraðu soleiðis:

 

 

 

HUXA

Um heimurin var perfektur, var ikki neyðugt við fólkatingsumboðum, tí so vóru Føroyar sjálvstøðugar. Men heimurin er ikki perfektur. Vit eru partur av ríkisfelagsskapinum. Tí mugu vit fyrihalda okkum til veruleikan. Skulu vit loysa, mugu vit avgreiða loysingina í løgtinginum. Men tað merkir ikki, at vit ikki skulu føra okkara sjónarmið fram í Danmark. Tvørturímóti.

 

Vit hava seinastu árini sæð, hvar danski loyaliteturin liggur. Danir virðismettu ES fram um Føroyar. Teir himpraðust ikki við at steingja okkum úr Danmark. Úr sokallaða “felagsskapinum.” Men tað gjørdi hvørki til ella frá. Vit kláraðu okkum uttan Danmark. Uttan ES. Tí koma vit eisini at klára okkum sjálv, tá vit taka ábyrgd av egnum landi – men tað verður ikki beint nú.

 

Ístaðin skulu vit velja tvey umboð, sum skulu umboða Føroyar. Sum brenna fyri føroyskum áhugamálum, ið seta tjóðina fram um persónligar ambitiónir og pengar úr donskum grunnum. Vit skulu velja umboð, ið virða teg og meg. Sum seta okkara áhugamál fram um tey donsku. Sum siga hart og týðiliga: vit fara ongantíð – ongantíð – at góðtaka eina stjórn, sum boykottar Føroyar. Hetta eru ikki føgur orð. Vit hava víst tað í verki. Vit vardu føroysku rættindini móti ES. Móti umheiminum.

 

Nú eru vit til reiðar at verja tey í Danmark. 

 

 

 

Ungmannafelagið Samband

Fólkatingslimir skulu arbeiða hart fyri at útvikla ríkisfelagsskapin á øllum økjum, og teir skulu í einum og øllum verja og menna ríkisborgararættindi og onnur rættindi, sum føroyingar eiga í ríkinum. Ein føroyskur fólkatingslimur skal í samráð við donsku stjórnina arbeiða fyri aktuellum føroyskum málum í ríkisfelagsskapinum. Til dømis tá tað koma hóskandi mál upp í fólkatinginum, sum hava við Føroyar at gera. Vit vilja meta, at ein føroyskur fólkatingslimur kann virka sum ein brúgv millum Danmark og Føroyar. Og vit meta, at ein av høvuðsuppgávuni hjá fólkatingsumboðnum er at samstarva við flokkar og ráðharrar um at verja vunnin rættindi og at vinna Føroyum og føroyingum nýggj rættindi og fyrimunir í samstarvinum við Danmark og Grønland.


Fólkatingsvalið hevur nógv at týða fyri ung og tey, sum búgva seg út til víðari lestur í Danmark. Fólkatingsmaðurin hjá Sambandsflokkinum hevur t.d. útvegað lesandi føroyingum og grønlendingum R-frádrátt, ið tilsamans tryggjar lesandi ein árligan skattafrádrátt á 71.000 kr. Onnur fáa "bert" uml. 40.000 kr. í frádrátti. Fólkatingsmaðurin hevur eisini arbeitt við sonevnda dimittendmálinum og syrgt fyri, at t.d. lesandi fáa mistar barnapengar aftur við afturvirkandi megi. Fólkatingsmaðurin er stutt sagt á varðhaldi, verjir og mennir rættindi hjá lesandi føroyingum í Danmark. Og tí halda vit, at í stóru heildini hevur fólkatingsvalið stóran týdning fyri Føroyar og ríkisfelagsskapin, og vit meta heilt klárt, at ein sambandsumboðan á fólkatingi er rætti vegurin at fara. Sambandsflokkurin er einasti politiski flokkur í Føroyum, sum heilhjartaður gongur inn fyri, at Føroyar eiga eitt natúrligt pláss í ríkisfelagsskapinum. Av tí sama er tað eisini natúrligt, at flokkurin hevur umboðan í Fólkatinginum.

 

 

 

Sosialistisk Ung 

Í Sosialistisk Ung meina vit, at ein føroysk rødd á Christiansborg skal arbeiða fyri føroyskum áhugamálum og vera eitt virkið og virðiligt umboð fyri Føroyar. Umboðið skal m.a. virka fyri føroyskum vinnulívi, mentanarlívi, stovnum og myndugleikum - og ikki minst føroyska fólkinum. Vit halda, at tað mugu vera greiðar hugsjónir og krøv til ein fólkatingssess, og tí eru vit serstakliga glað fyri, at Javnaðarflokkurin, sum einasti flokkur í Føroyum, hevur ásett greiðar reglur fyri, hvat ein fólkatingssessur skal innibera. Hesar reglur siga m.a. tað, at persónurin, sum situr á Fólkatingi, ikki samstundis kann sita á Løgtingi. Hetta er ásett fyri at tryggja, at vit fáa mest burtur úr teimum møguleikum, fólkatingssessurin gevur.

 

Í Sosialistisk Ung halda vit eisini, at sessurin skal nýtast til gagns fyri ALLAR føroyingar, og tí meina vit, at innlendis partapolitiskt stríð ikki skal við niður á Fólkating - tað skulu vit loysa heima. Heldur skulu vit fokusera upp á at knýta føroyskar útisetar nærri at føroyska samfelagnum og at skapa verulig, ítøkilig úrslit fyri okkum øll. Tað halda vit sanniliga sæst aftur á arbeiðnum hjá Javnaðarflokkinum á Fólkatingi, og tað vilja vit gjarna síggja meira av! Tí vilja vit heita á allan ungdóm í Føroyum: Vel úrslit!

 

 

 

Unga Tjóðveldið

Unga Tjóðveldið ynskir at avtaka føroysku fólkatingsumboðanina. Vit síggja fólkatingsumboðanina sum eitt amboð hjá donsku stjórnini at billa føroyingum inn, at ríkisfelagsskapurin er ein felagsskapur millum tríggjar javnar partar. Sitandi fólkatingsmenn prógva eisini hetta. Teir umboða jú ikki Føroya fólk, men donsku stjórnina. Heldur enn at styrkja okkara sjálvræði í Føroyum, so hava báðir fólkatingsmenninir roynt at bundið Føroyar niður við fleiri donskum pengum og enntá roynt at undirgrava okkara sjálvsavgerðarrætt við at agitera fyri føroyskum limaskapi í heimsins minst demokratiska felagsskapi, nevniliga Evropa Samveldinum. Sjúður Skaale var enntá avgerandi atkvøðan hjá donsku stjórnini, tá ið handilsforðingar og havnastongsul vórðu sett í verk móti Føroyum. Tískil eru vit í Unga Tjóðveldinum ikki í iva um, at sessirnir eiga at verða avtiknir.

 

Vit ásanna tó, at til tann avgerðin verður tikin, so eiga vit í øllum førum at brúka sessirnar til okkurt skilagott. Vit stilla tí upp við einum lyfti um at styrkja okkara sjálvræði heldur enn at royna at binda Føroyar niður við donskum pengum og limaskapi í ódemokratiskum felagsskapum. Føroyingar ráða í Føroyum – ikki danir ella ES – og tað mugu vit halda fast um. Heldur enn at brúka fólkatingssessin til at bidda pengar til verkætlanir og at agitera fyri limaskapi í ES, so eiga føroysku fólkatingsumboðini at hava eftirlit við, at danskar lógir og ES-lógir ikki verða settar í gildi í Føroyum, uttan at Føroya fólk hevur góðkent og góðtikið tær. At umboða viljan og sjálvsavgerðarrættin hjá føroysku tjóðini er tann einasta uppgávan hjá fólkatingsumboðunum, men sjálvt ikki nakað so grundleggjandi hava Edmund Joensen og Sjúrður Skaale megnað, og tí mugu vit skifta teir út.

 

 

 

Ung fyri Miðflokkin

Vit halda viðhvørt, at er løgið og óneyðugt, at vit hava føroyskar limir í Fólkatinginum, sum eru við til at stýra donsk innanríkismál. Tað kann vísa seg, at tær føroysku atkvøðurnar í ár koma at verða avgerandi fyri, hvør sleppur at stýra stjórn í Danmark. Tað er snøgt sagt løgið, at føroyskir politikarar skula hava so stóra makt á økjum, ið (fyri tað mesta) ikki raka okkum her heima. Men vit mugu tó viðurkenna, at danska stjórnin myndar yvir fleiri mál, sum eisini eru viðkomandi fyri okkum í Føroyum. Tískil er tað gott, at vit hava tvær føroyskar røddir á Christiansborg.

 

Teir fyrrverandi fólkatingslimirnir úr Føroyum hava eisini gjørt eitt gott arbeiði, og vit vita, at okkara ávirkan á Christiansborg er langt frá ótýðilig. Vit skilja tó ikki, at summi vilja brúka okkara rødd á Christiansborg sum eina loysingarrødd. Loysing er eitt mál, ið skal viðgerast í Føroyum og ikki á Christiansborg. So leingi vit hava eina rødd í Fólkatinginum, so eiga vit at brúka hana til ríkispolitisk mál, sum gera okkum sterkari í Føroyum.

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.