Vit merkja telefonina vibrera – uttan at hon ger tað

Vit merkja telefonina vibrera – uttan at hon ger tað
Hevur tú nakrantíð upplivað, at telefonin vibrerar í lummanum, men tá tú hevur funnið telefonina í lummanum, so hevur hon verið kvirr? So hevur tú ivaleyst fingið eitt sokallað ‘fantom-sms’
04.06.2015 - 17:00

43% av danskarum hava merkt telefonina vibrera í lummanum, uttan at hon í veruleikanum ger tað, vísir kanning hjá Metroxpress. Fyribrigdið verður nevnt fantom-sms.

 

Tað kemur helst ikki sum ein hvøkkur, at fyribrigdið er mest útbreitt millum tey ungu. Heili fýra av fimm ungum dønum hava upplivað, at telefonin vibrerar, uttan at hon ger tað í veruleikanum, vísir kanningin.

 

Heilin hjá ungum tulkar signalini øðrvísi

 

- Telefonin hevur størri týdning fyri tey ungu. Er tað týdningarmikið fyri ein at samskifta á sosialu miðlunum, so er mann meira uppmerksamur, um telefonin brummar. Heilin hjá ungum kann til dømis tulka ljóðsignal sum eina telefon, ið vibrerar, sigur fatanargranskarin, Kristian Molte Martiny.

 

Tað er ikki løgið, at fyribrigdið er mest útbreitt millum ung. Gransking vísir somuleiðis, at fyribrigdið 'Fear of Missing Out' (FoMO; óttin fyri at missa nakað) er størst millum ung. Svarið er einfalt. Telefonin í lummanum fær alsamt størri uppmerksemi millum tey ungu.

 

Tá mann bíðar eftir boðum

 

Fantom-sms'ini koma ofta, tá mann bíðar eftir boðum.

 

- Bíðar mann eftir einum sms'i, so kann heilin lættliga tulka til dømis gnígging frá buksunum til at vera vibratión frá telefonini, sigur Kristian Molte Martiny.

 

 

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.