Ungt og føroyskt Við Múrin

Ungt og føroyskt Við Múrin
Tú kennir ivaleyst "keyp føroyskt" lýsingarnar, men lurtar tú eisini føroyskt?
01.07.2015 - 23:30

Ljóst hár, reytt pannuband, stórir bláir eygnaskuggar, reyð varrastift, hvít perluhálsketa og stórar boppur. Hevur tú ikki longu gitt tað, so er tað kiksaða, men onkursvegna sjarmerandi kassadaman í “keyp føroyskt” lýsingunum, sum tosað verður um.

 

Eins og kassadaman roynir at marknaðarføra tær føroysku vørurnar, so royna fyriskipararnir aftan fyri Við Múrin eisini at marknaðarføra føroyska tónleikin og føroysku mentanina.

 

- “Føroyskur festivalur” merkir, at tónleikarar og bólkar eru føroyskir, festivalmaturin er føroyskur, føroyskt framleiddar vørur verða sýndar fram á festivalinum, og føroysk mentan verður sett í hásæti, siga fyrireikararnir Rói B. Poulsen og Helgi D. Michelsen.

 

Kirkjubøur

At valið eisini júst fall á Kirkjubø er ikki heilt tilvildarligt. Kirkjubøur er ein bygd við nógvari søgu og mentan. Kirkjubømúrurin setir sjálvandi sín serliga dám á festivalin, og er tað heldur ikki uttan orsøk, at festivalurin júst eitur Við Múrin. Tó so hevur Kirkjubøur eisini onnur søgulig virðir m.a. er Ólavskirkjan elsta kirkja, sum er í brúk í Føroyum, Sverri, sum seinni bleiv kongur í Noregi, varð føddur í eini holu í kirkjubø og navnframa skaldið og politikkarin, Jóannes Patursson, hevur somuleiðis sínar røtur í Kirkjubø.

 

Ungt og føroyskt

Nøvnini á festivalinum eru ikki einans føroysk, fleiri teirra eru ógvuliga ung. Stundum kann tað vera trupult at sleppa fram at pøllum, tá mann er ungur og ókendur, men hetta tykist ikki vera tilfellið Við Múrin. Á skránni standa m.a. nøvn sum Annika Malunardóttir, Jákup Eli og Jórun Gudmundsen. Eisini eru onnur ung, men kendari nøvn sum Konni Kass, Punjab og Døgg Nónsgjógv. 

 

Les eisini: Annika Malunardóttir við sínum fyrsta staklagi

Les eisini: Sement finalisturin: Konni Kass

 

Kirkjan og múrurin

Tað serstaka við hesinum festivalinum er, at framførslurnar ikki einans eru á stórum pøllum. Framførslur verða eisini í sjálvari kirkjuni og í Múrinum. Í kirkjuni fer Dan Olsen at spæla solo, og í múrinum fer kórið, Sólarmagn, at syngja, og síðan fara sumbingar at kvøða við sínum eyðkenda stevi og dansirútmu.

 

 

Festivalurin verður í Kirkjubø 2-4. juli.

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.