Tað byrjaði við einum rúmdarmanni

Tað byrjaði við einum rúmdarmanni
Hóast fløgan viðger tung tema, so eru eisini sangir, sum eru stuttligir og svakir, sigur Lyon Hansen, ið er aktuellur við nýggjari útgávu
22.07.2015 - 16:00

Rúmdaraskip og Ozzy

- Fyrsti sangurin, eg skrivaði, snúði seg um ein mann, sum bygdi sær eitt rúmdarskip ella okkurt tílíkt. Eg havi langtsíðani gloymt, hvussu hann ljóðaði.

 

Hóast fyrsta tónleikaliga avrikið kanska er gloymt, so eru tað enn tað stuttliga og tað svaka, sum seta sín dám á tónleikin hjá gøtumanninum, Lyon Hansen, ið er aktuellur við fyrstu útgávu síni, Lyon

 

Lyon er búsettur í Onglandi, har hann lesur tónleik. Men hann byrjaði at spæla tónleik, tá beiggin ein dagin kom heim við einum kassagittara.

 

- Eg bleiv eitt sindur forvitin av hesum instrumentinum og byrjaði at læra meg akkordir og sangir. Seinni kom ein elgittari í húsið, og tá byrjaði mann at spæla Ozzy sangir og ymsan 80’ara rocktónleik.

 

Frá sínum uppruna í rúmdaramonnum og 80'ara rocki hevur tónleikur hansara tó flutt seg eitt sindur, og í dag fær Lyon íblástur frá egnum minnum, familju, náttúruni og royndum; bæði góðum og ringum.

 

 

Inniligt og svakt

- Hjá mær byrjar alt við gittaranum og klaverinum. Tað er har, eg siti og hugsi. Men tað, sum eg haldi er broytt mest, síðani eg fyrst byrjaði at skriva sangir, er, at eg tími væl at taka mær góða tíð við løgum nú. Eisini kann eg finna upp á at broyta tey 100%, um tað er neyðugt. Kill your darling, segði onkur. 

 

Nýggja fløgan er ein samanseting av tí surf-rock tónleikinum, sum hann spældi til Sement, og av singer/songwriter stílinum, sum hann av fyrstan tíð gjørdist kendur fyri. Úrslitið er, sum hann sjálvur tekur til, ein hørð, bleyt, innilig og svaklig fløga.

 

- Hon snýr seg um lív og deyða. Eisni er átrúnaður eitt gjøgnumgangandi tema. Men hóast hesi heldur tungu tema, so eru eisini sangir, sum eru stuttligir og svakir.

 

 

Útgávukonsert

 

Í morgin verður høvi at hoyra sermerkta tónleikaran framføra, tá hann í sambandi við nýggju útgávuna hevur konsert í Reinsaríinum, har bólkurin Lover Lover eisini fer at hita upp.

 

Atgongumerki kunnu keypast her.

 

 

Niðanfyri sært tú Lyon spæla lagið 'The Highlands', ið er av nýggju fløguni

 

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.