Stuttleika sær við táragassi - lívið í herinum

Stuttleika sær við táragassi - lívið í herinum
280 arbeiðstímar upp á 15 dagar, kappingar við táragassi og gongutúrar á 40 km. Lívið í herinum er hart
02.10.2016 - 18:30

21 ára gamli Niclas Brixen er útbúgvin hermaður í JDR Panserinfanteribataljon. Vit práta við hann um daglidagin í herinum og um, hvat krevst av einum kampsoldáti.

 

- Eg havi altíð havt áhuga fyri herinum. Fyri nøkrum árum síðan fór eg á háskúla og møtti fleiri, ið høvdu verið í hertænastu (værnepligt). Tá fekk eg veruliga hug at gerast hermaður.

 

Øll, ið fara í herin, byrja við hertænastu (værnepligt). Tá læra tey ymiskar umráðandi grundleggjandi førleikar, eitt nú fyrstuhjálp, at skjóta við vápnum og at yvirliva fjarskotin úti í náttúruni.

 

- Eg tráaði eftir at pressa meg fysiskt, tá eg meldaði meg í herin. Tað gera vit at álvara, og mær dámar tað heilt væl.

 

 

Mynd: © FLVFOT

 

Útbúgvin kampsoldátur

Eftir hertænastuna tekur Niclas víðariútbúgving í JDR Panserinfanteribataljon. Har verður hann útbúgvin sum “kampsoldátur”. Undir útbúgvingini er Niclas næstovasti í einum 6-8 mans bólki. Tá hann gerst liðugur har, flytur hann til eina aðra deild í herinum, og nú er hann sjúkrahjálpari. Hetta er alt partur av at útbúgva seg til kampsoldát.

 

- Vit læra at berjast sum kampsoldátar. Tað er fokusøkið í útbúgvingini.

 

Vanligir arbeiðsdagar eru frá kl. 07.40 til kl. 17. Oftast fara Niclas og aðrir at venja eftir arbeiðstíð. Men sokallaðar “venjingar” kunnu gera arbeiðsdagar væl drúgvari. (Venjing er partur av arbeiðinum).

 

- Venjingar fara fram sera ymiskt. Millum annað skulu vit fyrireikast til ymsar vandastøður, og slíkar verða fiktivt skaptaðar í venjingum. Vit kunnu verða sendir langt út í skógin, og tað skal eitast, at ein fíggindi er tætt við, og síðani skulu vit loysa uppgávur í tí sambandi.

 

Hóast ikki allar, so eru summar venjingar ikki vandaleysar. Til tíðir megna øll ikki venjingina og gevast, antin orsakað av møði ella skaðum.

 

280 arbeiðstímar upp á 15 dagar

- Longsta venjingin, vit hava havt, var frá mánadegi til fríggjadag í tríggjar vikur á rað. Vit roknaðu okkum til, at vit arbeiddu 280 tímar upp á fimtan dagar.

 

 

 

 

Stuttleika sær í gaskømrum

Eitt av stuttligu upplivilsunum í hertænastuni er at sleppa inn í gasskømur, har sproytað verður við táragassi. Tá gerst tað oftast ein kapping, um hvør heldur sær longst inni.

 

- So kunnu vit finna uppá at syngja ein sang ella gera armboyggingar, ímeðan øll hosta, snora og tára.

 

Einaferð skuldu tey nýta piparsprey, og tá vóru teir spurdir, um nakar vildi royna at verða sprændur. Niclas var ein teirra, ið segði sjálvandi.

 

- Men eg angraði tað nokk so nógv...  

 

Mynd: © FLVFOT

 

 

4 minuttir at skifta klæðir

Nógv verður gjørt burturúr at uppala herfólk, tá tey eru í hertænastu. Tey skulu vera væl fyri og verða regluliga kannað. Umframt tað verður stórur dentur lagdur á hugburð og atburð. Mann møtir til tíðina, búnin skal vera reinur, og hann skal sita væl. Tú mást vísa virðing fyri teimum við hægri myndugleika enn ein sjálv/ur o.s.fr.

 

- Til dømis fær mann 4 minuttir at skifta klæðir ella 15 minuttir at gera vápnini klár. Sagt verður, at eru vit ikki til tíðina, spilla vit tíðina hjá øllum hinum. Eftir hertænastuna gerst tílíkt ein sjálvfylgja, og vit gerast meira sjálvstøðug. Tað væntast av okkum, at vit duga at hugsa sjálv.

 

 

Túrar á 60 kilometrar

Ymisk fyribrigdi eru fyri ymsu eginleikarnar, herfólk skulu hava. Á donskum eita nøkur t.d.: professionalisme, omstillingsparat, løs opgaven og kammeratskab.

 

- “Omstillingsparat” merkir, at ein altíð skal verða til reiðar til óvæntaðar uppgávur. Til dømis tá ið mann hevur gingið 40 km, kunnu boð verða send um, at mann skal ganga 20 km aftrat. Mann er ikki liðugur, fyrr enn mann liggur heima í songini.

 

 

Ræðist ikki kríggj

Nógv herfólk verða send út heim, men tað er ikki altíð í beinleiðis krígsørindum. Danmark hevur herfólk nógvastaðni at útbúgva, verja ella hjálpa á onkran hátt. Niclas kennir fleiri, ið eru útsend, og hann heldur, at fer mann í kríggj, so broytist mann eitt sindur.

 

- Tað er heilt vist. Hóast tað, so vil eg gjarna sendast út. Hví, dugi eg ikki ordiliga at siga. Møguliga tí eg síggi tað sum eitt upplivilsi - og so tí, at tá ger mann tað, sum vit alla tíðina venja okkum til. 

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.