- Tíðindi, mentan og ítróttur
- Tórshavnar kommuna er eitt stongt fongsul
Magnus Heinason Eysturoy er ein unglingur, ið situr í Tórshavnar ungdómsráð. Hann hevur hugsað seg væl um og er til reiðar at greiða frá støðuni hjá ráðnum.
Fleiri vóru ætlanirnar, tá ungdómsráðið varð stovnað í 2014. Tey, ið vóru í nevndini, vildu skapa eitt betri umhvørvi hjá ungdóminum at liva í. Eisini ynsktu tey at hava ein møguleika at vera røddin hjá teimum ungu. Men so varð ikki.
Kommunan virðir ikki ungdómin
Kjakið um tann vantandi ungdómin í politikkinum hevur ofta verið frammi í samband við seinastu valini. Tá Tórshavnar ungdómsráð varð stovnað, var ætlanin, at 10 ung fólk skuldu sita í nevndini, ið skuldu fevna um ynskini hjá teimum ungu.
- Vit vóru upprunaliga 10 í ráðnum… men í dag eru vit fýra eftir, staðfestir Magnus við eini stúrnari rødd. Hann leggur aftrat: - Vit tíma ikki, tá kommunan ikki vísir okkum nakra virðing.
Nevndin hevur regluliga roynt at fingið samband við kommununa og roynt at gjørt eitt nýval.
– Eftir ætlan skuldi tað vera eitt nýtt val í ár til ungdómsráðið, men tað er dottið ímillum hjá kommununi, sigur Magnus.
Men júst hvussu ónøgt Tórshavnar ungdómsráð er við kommuna, kanst tú hoyra nærri um fríggjakvøldið klokkan 20, tá RøddinLive aftur verður á skránni.
Sissal bloggar: #2. partur | Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum | |
Sissal bloggar: #1. partur | Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum | |
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 | Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018 | |
Sigarettirnar eru skiftar út við snús | Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av... | |
Jólakalendarin: tiltøk í desember | Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan. |