Ó gevur ungdómsblað út

Nýggja Ó blaðið
Ó gevur ungdómsblað út
Fyritøkan Ó gevur fyri fyrstu ferð ungdómsblað út. Blaðið skal taka støði í gerandisdegnum hjá teimum ungu, sigur Hanus Samró, eigari av Ó
28.11.2016 - 23:45

Flest ung kenna fyritøkuna Ó, ið serliga hevur gjørt seg galdandi á netinum við Ó-beinleiðis sendingunum. Harafturat eru lestrarkortini eisini nakað, ið flest fólk seta í samband við Ó. 

 

Men nú vísir Ó seg í nýggjan hami - hesaferð ikki á netinum, men blað á prent. 

 

Eftir ætlan skal blaðið koma út fýra ferðir um árið, har málbólkurin er lagdur eftir aldursbólkunum frá 18 til 25 ár. Í blaðnum eru millum annað greinar um móta, myndarøðir, samrøða við fólk, ið hava serligt yrki og bókaummælir.

 

Soleiðis sær fyrsta ó-blaðið út

 

Hanus Samró skrivað blaðið sjálvur

Redaktiónin hevur ikki verið sum blaðredaktiónir flest, tí Hanus Samró hevur sjálvur skrivað allar greinarnar. Tó hevur hann fimm afturat toyminum, sum fyrst og fremst tóku sær av myndum og móta, men eisini fingu høvið til at seta sín dám á blaðið.  

 

- Vit søktu eftir fleiri skribentum, men vit fingu tíverri ongan. Vónandi fáa vit knýtt fleiri at blaðnum, tá tað kemur út fyrst í komandi ári, sigur Hanus Samró.

 

 

Mótabløð eru ikki ein doyggjandi rasa

Nógv dømi hava verið í dag, har bløðini ikki hava klárað seg væl fíggjarliga, og tað er Hanus Samró eisini varugur við. Tó heldur hann, at tað er øðrvísi við Ó-blaðnum. 

 

- Eg haldi eg ikki, at mótabløð eru doyggjandi. Tað er øðrvísi at hyggja og lesa í eitt blað, sum er sett ordiligt upp, og har myndirnar eru við góðari góðsku, og so vanligu avísirnar, sum koma fleiri ferðir um vikuna. Tú fær góðar greinar, fantastiska flottar mótamyndir av javnaldrum, tú fær faktiskt alt tað, tú hevur brúk fyri. So mótabløð eru absolutt ikki doyggjandi. Um nakað, eru tey vaksandi!

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.