- Tíðindi, mentan og ítróttur
Alphaville á G!
G! skráin er við at taka skap, og eitt tað seinasta navnið, sum á hesum sinni verður kunngjørt, er týski bólkurin Alphaville.
Hvør kennir ikki monster-hittið "Forever Young", sum yvir 157 milliónir hava sæð/lurtað eftir á Youtube, og løg sum "Big in Japan", "Jet Set" og "Dance With Me" vóru eisini kend løg í 80'unum.
Hóast Alphaville ikki er eitt serliga kent navn millum tey heilt ungu anno 2017, so kunnu tey, sum minnast tónleik frá 80'unum, gleða seg til G! festivalin.
Les eisini: Suspekt á G! 2017
Í gjár kunngjørdu fyrireikararnir av G! festivalinum rappbólkin "Suspekt", sum tey flestu ungu í dag kenna. Sostatt er G! skráin bæði fyri yngra og eldra ættarliðið.
Lurtið við í Góðan Morgun Føroyar í morgin árini, tá enn eitt navn til ársins G! festival verður kunngjørt.
Sissal bloggar: #2. partur | Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum | |
Sissal bloggar: #1. partur | Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum | |
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 | Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018 | |
Sigarettirnar eru skiftar út við snús | Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av... | |
Jólakalendarin: tiltøk í desember | Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan. |