Soundvenue
Suspekt á G! 2017
Fyri løtu síðani varð kunngjørt, at Suspekt skal spæla á ársins G! festivali
23.01.2017 - 18:30

Danski rappbólkurin, Suspekt, verður millum tey allar størstu nøvnini á G! festivalinum 2017. Tað kunngjørdi G! á síni Facebook-síðu í dag. 
 

Suspekt er í løtuni millum tey heitastu hip-hop nøvnini í Danmark, og serliga eru tað seinastu útgávurnar, Prima Nocte, Elektra og V, ið hava fingið sera góð ummæli. 


Teir tríggir, ið manna bólkin, eru Orgi-E, Bai-D og Rune Rask. Teir hava givið út tónleik í yvir 16 ár, og nýggjasta staklag teirra, "Hun Blev Bare Så Glad", kom út fyri góðum trimum vikum síðani. Løg sum "Sut Den Op Fra Slap", "Proletar" og "S.U.S.P.E.K.T." verða ivaleyst millum løgini, sum verða at hoyra á sandinum í Syðrugøtu í summar. 


G! festivalurin verður 13. - 15. juli. 

 

 

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.