Colbie Calliat: Feitt at standa fram uttan smyrsl

Colbie Calliat: Feitt at standa fram uttan smyrsl

Colbie Calliat: Feitt at standa fram uttan smyrsl
Í videolagnum ”Try” vísir Colbie Caillat á, tey órættvísu krøvini vakurleika-ídnaðurin hevur sett okkum.
14.07.2014 - 21:30

- Tað er feitt at standa fram uttan smyrsl. Tá eg brádliga skuldi seta hár og leggja smyrsl á aftur, helt eg, at tað onkursvegna kendist vemmiligt, av tí eg skuldi hava so nógv løg av smyrsli á andlitið, sigur sangarindan um tónleikaljóðbandið.

 

Hon heldur, at hon og restin av teimum kendu mugu ganga á odda fyri at senda boðskapin út um nútíðans vakurleika krøv, sum hava rakt eitt ósunt støði.

 

- Vit hava eina stóra ábyrgd fyri okkara fjepparum, av tí tey síggja, at vit verða nógv tilgjørd á myndunum. Tað gevur ein skeivan veruleika av okkum. Fjepparnar mugu vita, at kend fólk eisini hava óreina húð og bumsar, sigur Colbie Caillat.

 

Sangurin ”Try” er ein partur av hennara spildurnýggjari EP, sum eitur Gypsy Heart.

 

Kelda: Mx.dk

 
 
Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.

Les eisini

Síggj SKAM frá byrjan til endan

RöddinLive er jarðað, men okkurt nýtt uppstendur

Kringvarp Føroya keypir SKAM