Maria Winther Olsen við í filmskapping um javnstøðu

Maria Winther Olsen við í filmskapping um javnstøðu

Maria Winther Olsen við í filmskapping um javnstøðu
22 ára gamla Maria Winther Olsen er komin við í kapping, sum Norðurlandaráðið hevur útskrivað. Ætlanin er at varpa ljós á umstøðurnar víðkjandi javnstøðu.
13.09.2014 - 15:30

Maria Winther Olsen er komin við í kapping, sum Norðurlandaráðið hevur útskrivað. Ætlanin er at varpa ljós á umstøðurnar víðkjandi javnstøðu. Hvør filmur í kappingini skal á sín hátt viðgera evnið javnstøða uppá hægst tríggjar minuttir. Seks filmar kappast í løtuni í finaluni eftir ”like” prinsippinum, har tann mest/best dámdi filmurin verður funnin hin 16. Septembur.

 

Filmurin snýr seg um ein drong og eina gentu, sum sita á einari dandu. Tey hava trupulleikar við at javnvega danduna. Drongurin letur seg síðani úr sínum bláa jakka og leggur sína bláu skúlatasku frá sær. Somuleiðis ger gentan, tó í ljósarreyðum. Eftir sita tvey hvítklædd børn, sum viga tað sama. Nú er eisini javnvág komin á dandufjølina, soleiðis tey kunnu spæla ordiligt saman. Tú kann síggja og atkvøða á filmin her!

 

 

Filmslistin í Føroyum betri enn nakrantíð áður

 

 

Maria heldur, at filmslistin í Føroyum hevur tað betri enn nakrantíð áður. Hon vísir hon, at tað gongur tann rætta vegin, nú pengar eru settir av á fíggjarætlanini til filmslist. Umframt hetta verða tað alsamt meira føroyingar, ið fáa sær útbúgving innan film, sum harafturat ger, at fleiri spildurnýggjir filmar vera at síggja hvørt ár.

 

- Hóast tað er fantastiskt, at pengar eru játtaðir til filmslistina, er einki at ivast, í at hetta er ikki nokk, tí filmar eru so dýrir at framleiða. Tí krevur tað, at fleiri pengar verða settir av, fyri at karmarnar innan filmslist verða optimalir. Við tíðini og gjøgnum hart arbeiði fer tað vónandi og væntandi at ganga tann rætta vegin á tí økinum, sigur Maria.

 

Maria heldur, at filmur og øll onnur list er týdningarmikil fyri okkara mentanararv og samtíðarmentan. Hon vísir eisini á, at um filmslistin verður nýtt á rættan hátt, kann tað saktans enda við vinnuligum ágóða.

 

 

Góðar vónir fyri framman

 

 

Filmurin hjá Mariu er í løtuni á odda í kappingini, og tískil hevur hon góðar vónir. Men tó ger hon sær greitt, at einki er vist, av tí tað so skjótt kann broytast í tílíkari kapping.

 

- Eg haldi sjálv, at vit hava gjørt ein ótrúliga fittan og sigandi film. Vit hava miðað eftir at gera eina frágreiðing bert gjøgnum myndir, av tí at javnstøða er alheimslig og ikki tengd at nøkrum kyni ella tjóðskapi. Hóast eg eri nøgd við okkara film, eru eisini onnur boð, sum eru væl framleidd, sigur Maria.

 

Maria er búsitandi í Keypmannahavn og arbeiðir í løtuni á Blu við Tv-framleiðslu, har hon ger film við síðurnar av.

 

- Eftir eg havi verið í skúla hetta hálva árið, havi eg fingið nógv sjálvsálit, tí lærararnir hava róst mær nógv og trúð upp á meg. Hetta hevur uttan iva birt upp undir dreymin og ætlanina hjá mær at taka eina útbúgving innan filmsleikstjórn. Tá útbúgvingin er lokin, og tá karmarnir í Føroyum eru vorðnir betri, er ætlanin sjálvandi at gera ein føroyskan spælifilm í fullari longd, sigur Maria at enda.

 

 

Mynd frá upptøkuni av filminum "Balance"

 
 
Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.

Les eisini

Síggj SKAM frá byrjan til endan

RöddinLive er jarðað, men okkurt nýtt uppstendur

Kringvarp Føroya keypir SKAM