Brynjolfur: Hetta er við til at vekja mín áhuga

Brynjolfur: Hetta er við til at vekja mín áhuga

Brynjolfur: Hetta er við til at vekja mín áhuga
Ungi tónleikarin Brynjolfur er komin langt á tónastiganum.
03.11.2014 - 15:15

Fyri minni enn trimum vikum síðani vann Brynjolfur eina virðisløn, og seinasta fríggjadag gav hann út nýtt sjónbandalag.

 

Ungi tónleikarin er seinastu árini komin langt við sínum tónleiki. Hann hevur vunnið fleiri heiðurslønir, givið út EP’ir, spælt á Roskilde Festivalinum og gjørt remix av løgum hjá millum annað Diplo, MØ og Kasper Bjørke.

 

Sound of Copenhagen stóð tann 18. oktobur fyri eini rimmar konsert í DR býnum, har ein blanding av bæði gomlum og nýggjum elektroniskum tónleikarum sluppu at royna seg á palli.

 

Sound of Copenhagen er eitt plátufelag, sum strembar eftir at geva út tónleik hjá nýggjum elektroniskum tónleikarum og bólkum frá danska pallinum. Le Gammeltoft og seinni Kjeld Tolstrup stovnaðu felagið í 2008.

 

Sum nakað nýtt valdi Sound of Copenhagen í samstarv við Brand8, ið er eitt klædnamerki, at geva ein talentprís. Føroyski Brynjolfur varð tann fyrsti nakrantíð at vinna talentprísin, sum Sound of Copenhagen og Brand8 valdu at geva í ár.

 

“Tað følist stuttligt. Eg hugsi ikki so nógv um, at eg var tann fyrsti, men tað følist sera gott at hava fingið eitt tílíkt herðaklapp.”

 

Prísurin, sum Brynjolfur vann, er sjálvandi eitt stórt herðaklapp, men harafturat vann hann eisini klædnastuðul frá Brand8, liðugt live-sjónbandatilfar og fíggjarligan stuðul.

 

“Hetta er við til at vekja mín áhuga meira, og við fíggjarliga stuðlinum kann eg arbeiða víðari við tónleikinum.”

 

Brynjolfur er ein av teimum føroysku tónleikarunum, sum hevur tikið seg nógv fram uttanlands seinastu árini. Hóast hann hevur verið búsitandi í Keypmannahavn í nógv ár, so er hann ikki ókendur í Føroyum.

 

“Eg fari altíð at vera føroyingur og føla meg sum føroying. Men eg føli meg kanska ikki sum ein partur av føroyska tónleika umhvørvinum, av tí at eg arbeiði uttanlands og fái meira uppmerksemi har.”

 

Elektroniska tónleikagreinin er lítil í Føroyum, men Brynjolfur vónar, at hann eggjar øðrum føroyskum elektroniskum tónleikarum at koma út við teirra tónleiki.

 

“Eg kenni fleiri í Føroyum, sum gera feitan tónleik, men sum ikki gera nokk burtur úr at fáa hann hoyrdan. Eg haldi, at teir skuldu søkt longur út um landoddarnar og sett seg betur inn í, hvussu tónleikagreinin gongur fyri seg.”

 

Brynjolfur er ein av teimum føroysku tónleikarunum, sum av royndum veit, at tað eru fleiri fyrimunir við at fara út um landoddarnar. 

 

Sum oftast er best at flyta úr Føroyum fyri at koma inn í tey ymisku tingini, um ikki fyri altíð, so í nøkur ár har mann arbeiðir støðugt.”

 

Sjónbandalagið, sum kom út fríggadagin, er av lagnum “The Save”, ið eisini er heitið á nýggju EP’ini hjá Brynjolfi. EP’in inniheldur eisini eitt remix frá Kasper Bjørke.

 

Sí sjónbandalagið ovast í greinini og les flottu umtaluna av Brynjolfi og nýggju EP’ini frá Clash Magazine her.

 
 
Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.

Les eisini

Playlistin: GIRL POWER

Playlistin: Róar Mørkøre Hansen

Gorillaz venda sterkt aftur