Sum kunnugt eru fólk frá Sea Sheperd í Føroyum í hesum døgum. Teirra mál er at steðga møguligum grindadrápi, og hava stórar ætlanir.
Eitt videobrot er nú komið út, har ein teirra stendur og ger ”squats” úti við einum lyktapela. Brúkarin, sum hevur lagt tað út, spyr, um hetta er vápnið, Sea Sheperd vilja brúka til at steðga grindadrápi í Føroyum?
Sea Sheperd hava verið í Føroyum fleiri ferðir fyrr. Seinast, teir vóru her var í fjørsummmar, men hetta hava vit so ikki sæð fyrr.