Fyri stuttum kom fyrsta føroyska medley út. Tað eru tey trý Marianna Nagata, Elias Højgaard og Rani Petersen, sum hava sett saman tónleikapartin og smeltað teir 12 føroysku sangirnar saman. Sangirnir eru bæði nýggir og eldri.
Sigast kann í øllum førum, at tey hava nýtt øll horn í føroyska tónleikinum við øllum frá Swangah til BYRTA og til eldri tónleik sum "Góða mamma, eg vil sova", hjá Jacob Hansen frá 1908.