Ein sólskinsdag fór amerikanski listamaðurin Thomas Leveritt í eina park, har hann tók myndir av fólki undir ultraviolettum ljósi, meðan tey sóu seg sjálvi.
Tey flestu gjørdust ovfarin av, hvussu teirra húð veruliga sær út. Árinini av sólini síggjast ikki í vanligum ljósi, men undir ultraviolettum ljósi sæst, hvussu húðin longu hevur fingið frøknur og pigmentplettar vegna sólarljósið.
Fert tú at nýta sólkrem, næstu ferð tú fert út í sólina?