Frá fyrsta Smirli til í dag

Frá fyrsta Smirli til í dag - 21. sending
07-10-2021
Í 1970-árunum henda stórar útbyggingar á samferðsluøkinum. Men hetta er eisini eitt tíðarskeið við oljukreppu, útróðrarverkfalli, og einari rúsdrekkalóg, sum verður feld

Stórar broytingar og útbyggingar fara fram í Føroyum í sjeytiárunum. Eitt nú verða Eysturoyggin og Streymoyggin samanbundnar í 1973 og árið eftir fáa Borðoyggin og Viðoyggin fast samband.
Bilarnir gerast eisini fleiri og fleiri, og tað sama er galdandi, tá ið talan er um bilferjur, ferjulegur, tunnlar eins og fleiri bygdir eisini fáa vegasamband.
Hetta er eisini tíggjuáraskeiðið, tá ið Norðskálatunnilin verður tikin í nýtslu, og risastóra bilferjan Smyril kemur til landið, samstundis sum farið verður undir millumlandasiglinga við Smyrli.
Fólkatalið í Føroyum veksur eisini í sjeytiárunum - við sløkum 12 prosentum ella 4.634 fólkum - úr 38.653 í 1970 til 43.287 fólk í 1980.
Í hesari sendingini útgreinar Hans Andrias Sølvará, dekanur og professari í søgu, føroyska samfelagið í 1970-árunum, Dánjal Poulsen og Heini F. Petersen minnast oljukreppuna, sum eisini rakti Føroyar á vetri 1973/74, og Birgir Enni sigur okkum um, tá ið gamli Tróndur varð sprongdur í luftina fyri kongavitjanina á sumri 1971.
Tú kanst hoyra sendingina her!

Frá fyrsta Smirli til í dag

Frá fyrsta Smirli til í dag er sendirøð, ið lýsir føroyska samferðslusøgu í 125 ár.
Tveir serstakir Volvo bussar við hvør sínari spennandi søgu. Annar er í dag partur av Danmarks Jernbanemuseum í Odense, og hin varð keyptur frá Simon Spies
24-03-2022
Hóast fyrsta rutan hjá Bygdaleiðum byrjaði í 1979, var tað í 1980-árunum, at Bygdaleiðir menti seg til eina týðandi bussleið um alt landið
17-03-2022
Føroyska tyrluflúgvingin, ið var undir støðugari menning í 1980-árunum, fekk alstóran týdning fyri útoyggjarnar og smáplássini
10-03-2022
Leirvíksbergholið, ið varð tikið í nýtslu í 1985, fekk stóran týdning. Og hvørjar eru avbjóðingarnar, tá ið tú skalt koyra eina stóra maskinu í ringastu líkindum?
03-03-2022
Byrgingin um Haraldssund, sum varð kosin eitt fløkt stríðsmál, Kunoyartunnilin, vegurin til Múla og nýggj Terna um Leirvíksfjørð
17-02-2022
Vit taka saman um 1970-árini og seta skjøtil á 1980-árini í samfelagshøpi og tá ið talan er um samferðslu
10-02-2022
Tað var mangan bítandi kalt hjá monnunum, sum gróvu kava. Ferjulegan og umstøðurnar á Toftum. Og søgulig samrøða um fyrstu ljóskurvarnar í Havn
03-02-2022
Ritan kemur í 1971 og Ráðið fyri ferðslutrygd verður stovnað í 1976
27-01-2022
Farið varð undir at gera veg um fjallið, men tá ið saman um kom, varð tunnil gjørdur millum Sandvík og Hvalba
20-01-2022
Útoyggjarnar eru ein serlig avbjóðing í føroyskari samferðslusøgu, og í dag verður kósin sett til tvær teirra, nevniliga Skúvoy og Dímun
13-01-2022
Nógv stendur á landsstýrinum, suðuroyingar mótmæla, og skjóttgangandi tvíkiljan Hornøy kemur til landið
09-12-2021
Byrgingin um Hvannasund fekk sera stóran týdning, fyrst og fremst fyri Hvannasund og Viðareiði, men eisini fyri Klaksvík og norðurøkið yvirhøvir
02-12-2021