Frá fyrsta Smirli til í dag

Frá fyrsta Smirli til í dag - 23. sending
21-10-2021
Nógvar íløgur verða gjørdar í veganetið í 1970-árunum, vatnflogfar skal flúgva innanoyggja, og hetlendingar lata fýra bilferjur byggja á Tórshavnar Skipasmiðju

Í Føroyum hendur sera nógv á samferðsluøkinum í sjeytiárunum. Fleiri bygdir fáa vegasamband; bæði Eysturoyggin og Streymoyggin og Borðoyggin og Viðoyggin verða samanbundnar; fleiri tunlar, havnaløg og ferjulegur verða gjørd; og sjóvegis farleiðirnar verða dagførdar sum ongantíð áður.
Og í dag fara vit ein fjølbroytta ferð, ið telur føroyska vegasøgu, havnaútbygging, skipasmíð eins og nomið verður við loftferðslu.
Í 1970-árunum henda risastórar útbyggingar á samferðsluøkinum í Føroyum, og eitt av týðandi amboðunum er Landsvegarlógin, sum verður sett í gildi í 1972. Vit skifta orð við Finnleif Durhuus, ið starvaðist sum leiðari á Landsverki, um hesa lógina og um hvørjir vegir vórðu gjørdir í 1970-árunum. Eisini verður nomið við vegagrunnin, har ið eitt nú vega- og benzinavgjøld fóru í.
Í januar mánað 1972 herjar ein hin ringasta landsynningsóðnin, sum menn vita um, um landið og hon ger um seg í Nólsoy, Skúgvi, Hvalba og í Gøtu. Í Leirvík eru teir noyddir at fylla bátahylin, sum er í gerð, við sjógvi, fyri at tryggja at garðurin ikki sprongist av brimi, og í Havn - har ættin er serliga ring, fer meginparturin av nýggja brimgarðinum við molan av lagið.
Vit hoyra søguligar upptøkur við Høgna Mohr og Leivi Michelsen og eina nýggja samrøðu við Birgir Enni, sum starvaðist sum vinnukavari um hetta mundi.
Føroyska samferðslusøgan telur hendingar á landi, á sjónum og í luftini. Loftvegis er í størri mun talan um millumlanda samferðslu, men søgan sigur okkum eisini um royndir við innanoyggja flúgving - og ikki bara við tyrlu.
Í 1975 keypti Flogfelag Føroya eitt lítið taxaflogfar, sum kostaði 2 milliónir krónur og tók 9 ferðafólk umframt flogskiparan. Tá ið flogfarið var fullfermt vigaði tað 3,5 tons og kundi flúgva 430 kilometrar um tíman.
Og árið eftir - á sumri 1976, kemur nýggja vatnflogfarið hjá Faroe Air Transport við Óla Gordon Bech til Føroya. Flogfarið, ið er av slagnum Cessna, tekur fimm ferðafólk og kostar 450.000 krónur.
Vit tosa við Dánjal Poulsen, sum sjálvur annar hevur skrivað bókina Vága samferðslusøgu, um hesar báðar verkætlaninar.
Millum skipini, sum eru bygd í Føroyum, er postbáturin Ólavur, ið varð bygdur í Vestmanna í 1930, læknabáturin Medicus, ið varð bygdur í Klaksvík í 1975, ferðamannaskipið Sildberin, ið Poul Eli Bærendsen bygdi á Tvøroyri í 1979, rutubáturin Másin, sum varð bygdur á Tórshavnar Skipasmiðju í 1959, ferðamannaskipið Smyril í 1967 og bilferjan Ternan í 1980.
Men Tórshavnar Skipasmiðja hevur eisini bygt bilferjur til útheimin, tí í 1971 ger Tórshavnar Skipasmiðja sáttmála um bygging av fýra bilferjum til Hetlands.
Í sendingini Tíðarinnar bakspegil spurdu vit Poul Mohr um hvussu hendan verkætlanin kom í lag.
Tú kanst hoyra sendingtina her!

Frá fyrsta Smirli til í dag

Frá fyrsta Smirli til í dag er sendirøð, ið lýsir føroyska samferðslusøgu í 125 ár.
Tveir serstakir Volvo bussar við hvør sínari spennandi søgu. Annar er í dag partur av Danmarks Jernbanemuseum í Odense, og hin varð keyptur frá Simon Spies
24-03-2022
Hóast fyrsta rutan hjá Bygdaleiðum byrjaði í 1979, var tað í 1980-árunum, at Bygdaleiðir menti seg til eina týðandi bussleið um alt landið
17-03-2022
Føroyska tyrluflúgvingin, ið var undir støðugari menning í 1980-árunum, fekk alstóran týdning fyri útoyggjarnar og smáplássini
10-03-2022
Leirvíksbergholið, ið varð tikið í nýtslu í 1985, fekk stóran týdning. Og hvørjar eru avbjóðingarnar, tá ið tú skalt koyra eina stóra maskinu í ringastu líkindum?
03-03-2022
Byrgingin um Haraldssund, sum varð kosin eitt fløkt stríðsmál, Kunoyartunnilin, vegurin til Múla og nýggj Terna um Leirvíksfjørð
17-02-2022
Vit taka saman um 1970-árini og seta skjøtil á 1980-árini í samfelagshøpi og tá ið talan er um samferðslu
10-02-2022
Tað var mangan bítandi kalt hjá monnunum, sum gróvu kava. Ferjulegan og umstøðurnar á Toftum. Og søgulig samrøða um fyrstu ljóskurvarnar í Havn
03-02-2022
Ritan kemur í 1971 og Ráðið fyri ferðslutrygd verður stovnað í 1976
27-01-2022
Farið varð undir at gera veg um fjallið, men tá ið saman um kom, varð tunnil gjørdur millum Sandvík og Hvalba
20-01-2022
Útoyggjarnar eru ein serlig avbjóðing í føroyskari samferðslusøgu, og í dag verður kósin sett til tvær teirra, nevniliga Skúvoy og Dímun
13-01-2022
Nógv stendur á landsstýrinum, suðuroyingar mótmæla, og skjóttgangandi tvíkiljan Hornøy kemur til landið
09-12-2021
Byrgingin um Hvannasund fekk sera stóran týdning, fyrst og fremst fyri Hvannasund og Viðareiði, men eisini fyri Klaksvík og norðurøkið yvirhøvir
02-12-2021