Lesikrókurin

Lesikrókurin: Kærleikin
29-02-2024
Eyðun Klakstein er vertur.

Í Lesikrókinum verður skaldsøgan "Kærleikin" viðgjørd. Svenskt-grikski rithøvundurin Theodor Kallifatides skrivaði bókina, og Jákup í Skemmuni týddi til føroyskt. Sprotin gav út.

Bókin snýr seg um Laki Sarri, sum nærkast teimum fjøruti og er lærari í heimspeki. Hann er giftur Lenu, og tey eyga fýra ára gamla sonin Jóhan. Á einum skeiði hitti Laki yngru kvinnuna Li, og tey verða meira enn væl er. Alt í einum er Laki komin í eina kroysta støðu, og hann roynir at rannsaka seg sjálvan og kærleikan. Hvat skal hann gera? Ella skal hann yvirhøvur gera nakað?

Ragnhild Ellingsgaard og Jústinus Leivsson Eidesgaard eru gestir.

Lesikrókurin

Lesikrókurin er poddvarprøð, har lesiáhugað hittast við eitt borð og tosa um ávísar bøkur, tey hava lisið.  Leikrókurin er eitt framleiðslusamstarv millum Sprotan og Kringvarp Føroya.
Eyðun Klakkstein leggur til rættis
30-10-2022
Vertur er Eyðun Klakstein.
30-09-2022
Eyðun Klakstein leggur til rættis
11-05-2022
Vertur er Eyðun Klakstein.
07-04-2022
Vertur er Eyðun Klakstein
10-03-2022
Eyðun Klakkstein leggur til rættis
10-02-2022
Umrøða av bókini Fáður fær tráðin heilt slættan eftir Sólrun Michelsen
11-01-2022
Undirgangssøgan hjá Zweig er ein ávaring til okkara egnu tíð. Gestir eru Óluva Klettskarð og Oddur á Lakjuni
12-11-2021
Hesa ferð tosa Símun Joensen, lærari, Sjúrður Skaale, fólkatingsmaður, og Tóra við Keldu, forkvinna í MEGD, um bókina "Corpus Delicti - eitt rættarmál"
12-11-2021
Til umrøðu hesuferð er virðislønta skalsøgan Hvør drap Bambi? eftir Moniku Fagerholm
12-11-2021
Til umrøðu hesaferð er skaldsøgan Menn í mínari støðu eftir Per Petterson
27-09-2021