Lyst 37
12-02-2021
Hesaferð um Livar Nysted, Joel Cole og Erlu Jarnskor Ellingsgaard
Fyrsta innslag er úr Hvannasundi, har Livar Nysted málar. Hann vil ikki hoyra talan um nakran almennan listastuðul.
Í Mjørkadali - í gamlari hernaðarbarakk - arbeiðir Joel Cole við trælist. Hann hevur júst gjørt nakrar standmyndir, sum nerta við evni integratión.
Í Syðrugøtu situr Erla Jarnskor Ellingsgaard og teknar - serliga djór.