Fernisering í Gallarí Havnará, nýggja teknirøðin hjá Tóka Jansson og átta Mikines-málningar sum gáva til Listasavnið eru evnini hesaferð.
Fyrsta innslag er frá ferniseringini á Gallarí Havnará herfyri, tá lutfalsliga ung listarfólk sýndu fram. Vit fingu orðið á ein teirra, Bárður Dal Christiansen.
Næsta innslag er prát við toymið hjá Tóka Jansson, sum hevur lagt Skúlascam burtur og ístaðin er farin í holt við nýggja teknirøð til børn.
Triðja innslag snýr seg um teir átta Mikines-málningarnir, sum Listasavnið hevur fingið sum gávu frá dulnevndari kvinnu úr Danmark.