Lyst 47
21-01-2022
Fyrireikingar til framsýning hjá ávíkavist Jógvani Asbirni Skaale, sála, og Arnoldi Vegghamar eru innsløgini í sendingini.
Fyrra innslagið er reportasja úr goymsluni hjá Jógvani Asbirni Skaale, sum andaðist fyri hálvum øðrum ári síðani.
Sonurin er komin heim at velja út listarverk, sum skulu hanga á framsýning at heiðra pápan, sum hevði fylt 75 ár hesa vikuna.
Seinna innslagið er eisini ein upptakt til eina føðingardagsframsýning.
Arnold Vegghamar, sum fyllir 85 ár í vár, ger seg til reiðar at sýna fram í Seglhúsinum í Klaksvík. Hann er longu næstan liðugur.