Fyrsti partur av Lyst í heyst snýr seg um Høgna Mohr, sum er stríðist í Tjørnuvík við nýggjari skaldsøgu, og um Gamejam, sum var hildið í síðsta mánað.
Tvey innsløg eru í Lyst hesaferð.
Fyrra innslagið er samrøða við Høgna Mohr, rithøvund, sum skrivar nýggja skaldsøgu í einum húsum í Tjørnuvík.
Innslagið er bygt á privatar upptøkur, sum vórðu gjørdar í Tjørnuvík í fjør summar.
Seinna innslagið er reportasja frá Gamejam, sum varð hildið í hølunum hjá Klintra á Hálsi í Havn í síðsta mánað.
Gamejam er eitt tiltak, har luttakarar fáa 48 tímar at menna eitt telduspæl. Talan er um eina verð fyri seg.