Hesaferð eru vit í Spaniastovu í Klaksvík, vit eru til sjónleik og hoyra um lívið hjá listamálaranum, Jóannis Kristiansen
Spaniastova er best kend sum eitt spælistað í Klaksvík í dag, men Spaniastova liggur eisini mitt í hjartanum av gamla handilslívinum úti í Klaksvík. Andras Sólstein, savnsvørður, greiðir frá og vísir runt í søguligu hølunum.
Leirvíksmálarin, Jóannis Kristiansen, hevði fylt 100 ár 12. februar. Systirsonurin, Petur Martin Petersen, úr Fuglafirði greiðir frá, hvussu trupult tað var hjá Jóannis Kristiansen at fáa pápa sín at skilja listina í byrjanini av 20’unum í Leirvík.
Í hesum døgum gongur sjónleikurin, Soli Deo Gloria, á Tjóðpallinum. Hans Tórgarð bæði spælir og hevur týtt handritið, sum danin, Peter Asmussen, hevur skrivað.