Hesaferð um várframsýningina, Signar í Homrum og illu Beintu, sum ikki var so ill.
Fyrsta innslag er úr Listaskálanum, har Várframsýningin hevur hildið til. Ummælari heldur, at hon er ov tunn, og veggirnir ov tómir. Samskipararnir eru ikki heilt samdir.
Næsta innslag er heima hjá Signari í Homrum, sum hevði eina sjáldsama fríløtu. Trubadururin tosar um gittarar, um tolna familju og um sjúka hundin.
Triðja innslag er úr Kálvalíð, har Beinta Broberg, eisini rópt illa Beinta, helt til. Men Beinta var ikki so ill, sum søgnin vil gera hana til.