Lyst 29
01-03-2019
Hesaferð um ætlanina við almennari tónleikaútflutningsstovu, um bólkin Dubium og um film um illar andar í Sjónleikarhúsinum í Havn.
Fyrsta innslag er prát við landsstýrismannin í vinnumálum, sum hevur játtað 800.000 krónur til at seta eina almenna tónleikaútflutningsstovu á stovn.
Annað innslag er vitjan í Rituvík, har tónleikabólkurin Dubium heldur til. Bólkurin hevur júst latið eina EP úr hondum.
Triðja innslag er prát við Pabli Merín, sum hevur leikstjórnað filmin Illir Andar, ið er upptikin og nú verður vístur í Sjónleikarhúsinum í Havn.