Vetrarbiit

Føroysk tónleikakapping
24-02-2023
P22
Kann man kappast í tónleiki?

Í apríl mánaða sleppa vit at hoyra nýggjan tónleik og møguliga síggja nýggj andlit, sum ongantíð hava staðið á einum palli fyrr. Men øll eru ikki sannførd um, at tað er rætt at kappast í tónleiki. Vetrarbiit viðgerð í tí sambandi tónleikakappingina Sement.

Hergeir Staksberg, sum er samskipari fyri tónleikakappingini Sement, greiður frá, at har eru fleiri fyrimunir enn vansar við at kappast í tónleiki. 

Eingin tónleikakapping uttan dómarar. Jasmin Mote, Jazzygold og Heini Ronnason á Heygum, RSP, eru við í dómaratoyminum í ár. Tey hava bæði verið við í Sement, annaðhvørt vunnið ella komin í finaluna, og vita tí hvussu tað er at standa á pallinum. 

"Sement hevur gjørt nógv gott fyri meg", sigur Marius DC, sum vann Sement í fjør. Tað var triðju ferð, at hann luttók. Hann fortelur hvussu tað hevur verið at vera við í slíkari kapping og hvørjar møguleikar hann hevur fingið.

Rannvør Fríða Eyðunsdóttir, Leo Lávík og Marianna Winter Nagata hava lagt sendingina til rættis.

Vetrarbiit

Vetrarbiit er sending við bit í, bæði tá tað kemur til innihald og tónleik. Vetrarbiit tekur upp aktuell evni og viðurskifti. Vit skifta orð, kjakast og verða klókari.
Vetrarbiit er komi at enda, og vertini hava gjørt nøkur serlig innsløg til høvið
26-05-2023
Dating, dating síður, at "ghosta" og dating millum ung í Føroyum
19-05-2023
Hvat betíðir tað fyri Føroyar at Reiley framførir á Eurovision?
12-05-2023
beeeeeeeeeeeeeeeeeeeeeeeeeeeeeeeeeeeeeeeeeeeeeeeeeep
05-05-2023
Væntandi trygging til fólk við ov høgum BMI og fordómar ímóti fiti hevur verið nógv uppi at venda. Men hvørja ávirkan hevur BMI á okkara heilsu?
14-04-2023
Í Tennessee hava tey valt at banna børnum frá dragframførslum, tí tey meta tað vera skaðiligt fyri tey. Men hvat er drag?
03-04-2023
Hví hava føroyingar so ilt í búkinum? Hvat er CCF? Og hvussu er tað at liva við tarmbrunasjúku?
24-03-2023
Kannabis verður alsamt legalisera í fleiri londum, men hvat er hugburðurin í Føroyum um hesa polariserandi plantuna?
17-03-2023
Hvat er átakið Spæl Føroyskt? Hvat merkir tað at verða tilnevnd til eina FMA? Hvat er so feitt við at uppliva eina konsert?
10-03-2023
Endometriosa, niðrandi málburður, spurnarkapping og altjóða kvinnudagur í Føroyum
03-03-2023
Kann man kappast í tónleiki?
24-02-2023
Hvussu missur mann hár? Hvat ger mann við tað?
17-02-2023