- Tíðindi, mentan og ítróttur
Vetrarbiit
Vetrarbiit spurdi fylgjarnir hjá Biit síðuni um tey hava roykt kannabis í Føroyum, og 52% søgdu ja. Ein dulnevndur smuglari tosar um hvussu tað gekk fyri seg at fáa 5kg av hasji til Føroyar, og hagtølini hjá politia siga at í fjør fangaðu tey 46,5kg av hasji, sum annars hevði verðið selt fyri minst kr. 300 pr. gramm.
Erling Fles er sálarfrøðingur hjá Frælsi Viðgerðarstovninum fyri ung á Eiði. Hann prátar um hvussu týdningarmikið tað er og hvussu tað ber til at veita hjálp til ung, ið stríðast við misnýti, eisini tá tað kemur til kannabis.
Babyrokkari er nýggjasta staklagið hjá Marius DC, og tað snýr seg um ein babyrokkara, ið roykir fløskubong og er illur inn á verðina. Sjálvur roykir Marius ikki, men hann hevur roykt áður, og hann er í studio 4 og forelur um hví hann roykti og hví hann gavst við at roykja, uttan nakað filtur.
Forkvinnan í ADHD-felagnum, Bjørg Dam, sær nógv, ið velja at sjálvmedisinera við kannabis fyri at viðgera ADHD. Hon sigur at til ber at fyribyrgja misnýti av kannabis um ADHD verður viðgjørt nóg tíðliga við rætta medisini, og aðrar avleiðingar av sjálvmedisinering.
Radikali tjóveldispolitikarin Erling Eidesgaard vil hava eina meira umfatandi legalisering av kannabis og ikki bert sum heilivágur og greiður frá hví.
Leo Lávík, Marianna Winter Nagata og Fríði Djurhuus hava lagt sendingina til rættis.