- Tíðindi, mentan og ítróttur
Vindagið
Í Vindagnum hesa ferð er Urd Johannesen, mentanarsamskipari hjá Runavíkar kommunu.
Urd hevur trý áhugamál, sum kanska ikki siga nógv um Urd, men kortini siga Urd nógv. At syngja, at skriva og at ganga í náttúruni.
Tað eru trupult at lýsa dvøljurnar í einum, tí tað, tær geva, er so ymiskt. Men kanska hugtøkini kronos og kairos, ið gomlu grikkarnir brúktu, kortini kunnu nýtast.
Kronos er tíðin, vit kunnu máta við klokkum og kalendarum. Og har vit ítøkiliga kunnu siga, hvussu leingi tað tekur, til sólin rísur og setir.
Kairos er eitt annað slag av tíð. Hon snýr seg ikki um at telja minuttir, men um serligar løtur, ið fáa okkum at steðga á, tá heimurin stendur stillur, og vit fyllast við onkrum orðleysum kenslum.
Í Vindagnum hugleiðir Urd Johannesen um náttúruna, ið ikki kann halda sína egnu verjurøðu, um kærar vinkonur, ið alt ov tíðliga fóru foldum frá, og um eina ommu, sum framvegis býr í huganum.