- Tíðindi, mentan og ítróttur
Vindagið
Í Vindagnum hesa ferð er Sanna á Løgmansbø, forkvinna í Føroya Pedagogfelag.
Sum smágenta var Sanna bæði still og smæðin. Hon minnist, at hon ofta fekk ilt í búkin, tá hon skuldi í skúla. Hon tordi illa at svara aftur ella verja seg, um onkur gjørdi ónáðir, og bleiv heilt illa við, um ein lærari skeldaði.
Sanna heldur tó ikki, at nakar visti, at hon var so smæðin. Hon kláraði seg væl í skúlanum, las væl uppá fyri ikki at siga nakað býtt og royndi sum frægast at fjala, at hjartað titaði í bringuni og lógvanir vóru vátir.
Í tannárunum gjørdi vánaliga sjálvsálitið, at hon helt seg aftur, og kom hon at siga nakað galið, kundi tað fylla øgiliga nógv í huganum í langa tíð.
Hetta er søgan um, hvussu Sanna á Løgmansbø vann á smædninum og tók við einum ógvuliga sjónligum sessi, tá hon bleiv forkvinna í Føroya Pedagogfelag.
Tónleikur, sum Sanna hevur valt til sendingina:
Lena – "Good Girls"
Lena – "Nothing Wrong With You"
Lena – "Dream Chaser"
Lena – "Sail on Victoria"