07 Vestur

07 Vestur stóð fyri mest óvæntaða úrslitinum í Meistaradeildini við monnum higartil, tá tað eydnaðist botnliðnum at vinna á KÍ í Klaksvík og koma upp um niðurflytingarstrikuna

Lukasz Cieślewicz stóð á odda fyri fyrstu ferð, tá HB smurdi B36 av í grannauppgerðini í Gundadali, og í Vágum vunnu Tór Ingar Akselsen og 07 Vetur við tveimum á AB

Tað verður fyrrverandi spælarin og hjálparvenjarin í felagnum, Tór-Ingar Akselsen, ið tekur við sum høvðusvenjari

07 Vestur boðar í dag frá, at tað verður fyrrverandi danski landsliðsspælarin og vinnari av Bundesliguni, Michael Schjønberg, sum aftur verður venjari í felagnum

Graslíkið á fótbóltsvøllinum á Dungasandi í Sørvági verður skift í summarsteðginum. Nógv byggivirksemi hevur verið og er framvegis við vøllin

B68 kom á odda, men 07 Vestur svaraði aftur og vann síðsta dystin í 5. umfari í Betrideildini við monnum. Vágamenn eru nú á 4. plássi við 10 stigum

Karl Løkin hevði møguleikan at javna fyri ÍF ímóti 07 Vestur, men misnýtti úr 11 metrum. Við Margáir fingu EB/Streymur og B68 hvør sítt stig