AB, 07 Vestur og Skála telva um at yvirliva

AB, 07 Vestur og Skála telva um at yvirliva
AB og 07 Vestur bresta saman í Argjum, og Skála vitjar við Margáir. Øll trý kunnu flyta niður saman við B68
Mynd: Leit/Finnur Justinussen  
 
31.10.2026 - 12:20

Lagt er upp til botnbrak á Argjum, har AB og 07 Vestur bresta saman í royndini at yvirliva í Meistaradeildini.

Bæði liðini hava 25 stig undan dystinum, men vágamenn hava verri málmun og skulu tí vinna fyri at yvirhála argjamenn, sum ikki hava fyri neyðini at fáa meir enn eitt stig.

Men Skála hevur eisini 25 stig, og endar tað javnt millum AB og 07 Vestur, fara skálamenn niður, um teir samstundis tapa fyri EB/Streymi.

 

NSÍ fær gullið á Svangaskarði

Aðrastaðni fær NSÍ steyp og heiðursmerki eftir dystin ímóti grannunum á Svangaskarði, B68, sum hinvegin spæla sín síðsta dyst í Meistaradeildini í hesum umfarinum. 

HB og B36 spæla grannadyst í Gundadali, har lítið stendur upp á spæl, og í fimta dystinum tekur KÍ ímóti Víkingi.

Allir dystirnir byrja klokkan 15.00 uttan tann ímillum B68 og NSÍ, sum byrjar klokkan 14.00.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 5. november
RagnarRokk 5.november 2026
215048
Hósdag 5. november
Nýtt ljóð
215977
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215890
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215891