B68 flutti niður - trý onnur púra jøvn í botninum

B68 flutti niður - trý onnur púra jøvn í botninum
B68 tapti fyri 07 Vestur í botndystinum á Dungasandi, og skal spæla í 1. deild næsta ár, meðan vágamenn nú eru javnir við Skála og AB, sum spældu javnt undir Mýruhjalla
Tórður Thomsen og liðfelagarnir stríddust, men mugu takka fyri seg í Meistaradeildini eftir tap í Vágum
Mynd: Leit/Finnur Justinussen  
 
25.10.2026 - 18:12

B68 skal spæla í næstbestu mansdeildini næsta ár.

Tað varð staðfest á Dungasandi, har 07 Vestur vann 2-1 á toftamonnum, sum aftur hesa ferð vóru ov stuttir í dysti móti einum av nærmastu kappingarneytunum.

LES EISINI: NSÍ er aftur føroyameistari

Skálamaðurin Edvin Jacobsen legði heimaliðið framum, tá 35 minuttir vóru spældir, men Karstin Clementsen javnaði brt tveir minuttir seinni. Toftamenn skuldu vinna, men tá Elvar Gudmundsson legði heimaliðið fram um aftur eftir tíman, slóknaði vónin hjá teimum reyðu.

07 Vestur hinvegin gav sær sjálvum eina lívlínu. Vágamenn komu upp á 25 stig og eru nú púra javnir við Skála og AB, sum spældu javnt undir Mýruhjalla. Í síðsta umfari tekur AB ímóti 07 Vestur inni í Vika, meðan Skála skal spæla úti ímóti EB/Streymi.

Aðrastaðni staðfesti KÍ silvurið, sum felagið ivaleyst ikki er nøgt við, við 3-0 sigri á B36 á Tórsvølli. Við javnleikinum á meistarunum í runavík, staðfesti HB evropafótbólt næsta ár og helst bronusmerkini eisini.Við javnleikinum ímóti Víkingi, bjargaði EB/Streymur sær enn eitt ár í Meistaradeildini.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 26. oktober
Norðurljóð 26.oktober 2026
214433
Mánadag 26. oktober
RagnarRokk: Justin Storms um The Arsonist
215050
Sunnudag 25. oktober
Bolero 25. oktober 2026
215336
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329