- Tíðindi, mentan og ítróttur
Eldraøkið
Eldrasamstarvið í Suðuroynni hevur hall, og í ringasta føri verður kanska neyðugt at lata eitt sambýli aftur.
Arbeiðsgevarafelagið mælir frá lógarbroyting, sum gevur kommunum loyvi at útvega bústaðir til eldri fólk, sum klára seg sjálvi
Í svari frá løgmanni til eldrasamstarvið í Suðuroynni stendur, at eingin serskipan verður gjørd fyri eldraøkið í Suðuroy.
Útreiðslurnar hjá kommununum til onnur endamál enn eldrarøkt eru vaksnar 43 prosent síðani 2011.
Bygdarráðið í Sørvágs kommunu tekur undir við, at eldraøkið verður lagt til einstøku kommununar uttan nøkur krøv um samstarv.
Eisini Nes kommuna vil varðveita verandi skipan, sum kom í 2015, tá eldraøkið varð flutt kommununum at umsita.
Jógvan í Skorini, borgarstjóri á Eiði, heldur, at kommunurnar sjálvur skulu gera av, um tær vilja samstarva við onnur um eldraøkið ella ikki.
Lógin um kommunalt samstarv, sum hon nú er orðað, áleggur kommununum at vera í ávísum samstørvum um eldraøkið. Nú skal hetta endurskoðast.
Lógin um kommunalt samstarv, sum hon nú er orðað, áleggur kommununum at vera í ávísum samstørvum um eldraøkið. Ikki allar kommunur fegnast um tað.