FMA 2026

Klokkan 20 fer ársins tónleikaveitsla, FMA, av bakkastokki í Norðurlandahúsinum. Alt er klárt og skonkt er upp, og tú kanst fylgja við bæði her á heimasíðuni og í sjónvarpinum

Ársins sangur var, sambært FMA, "Cake (Baddies Edition)" hjá jazzygold, har hon fær hjálp frá vinkonunum Marionnu Winter og Tamaru Mneney

Ársins serútgáva er útgávan "Live í Maggies '18" hjá Arnold Ludvig Quintet, sum er ein konsert, ið bleiv upptikin á Maggies Cafe í Nólsoy í 2018

Jasmin Mote, ið framførir undir pallnavninum jazzygold, átti bestu útgávuna í 2025. Harvið vann jazzygold báðar tær stóru FMA-heiðurslønirnir, tí hon átti eisini besta sang

Norðurlandahúsið er karmur um handanina av FMA-heiðurlønunum fríggjakvøldið, sum verður send í sjónvarpinum. 13 heiðurslønir skulu handast, og seks framførslur eru á skánni

/var/www/kvf/sites/all/themes/bootstrap_subtheme/entity_render/node--media_myndasavn.teaser.tpl.php

Á móttøku í Norðurlandahúsinum seinnapartin vóru tey, ið eru tilnevnd til FMA-virðislønir í ár, kunngjørd. Her eru tey, sum eru tilnevnd til tær 13 virðislønirnar

Í ár var FMA í nýggja og stásiliga Varpinum í Klaksvík, men tá bestu avrikini innan føroyskan tónleik verða heiðrað 6. mars komandi ár, er tiltakið aftur í Norðurlandahúsinum

Síður