- Tíðindi, mentan og ítróttur
A-landsliðið í fótbólti
Trý pláss standa enn tóm í hópinum hjá A-landsliðnum í fótbólti við monnum til Nations League-dystirnar móti Norðurmakedónia og Lettland
Bestu føroysku fótbóltskvinnurnar settu punktum fyri hesi EM-undankappingini við sannførandi útisigri á Andorra. Føroyar endaðu nummar trý í bólkinum við níggju stigum
Óluva Allansdóttir Joensen avloysir Valborg Østerø í málinum, og í verjuni kemur Durita Hummeland inn í staðin fyri Leu Lisberg. Kringvarpið stroymir dystin
Føroysku fótbóltskvinnurnar løntu Montenegro aftir fyri fleiri tap seinastu árini, tá tær við málum frá Heidi Sevdal og Jensu Tórálvsdóttir vunnu 2-1 á Tórsvølli
Landsliðsvenjarin, Håkan Ericson, hevur gjørt seks broytingar í byrjanaruppstillingini í mun til dystin ímóti Estlandi. Gullbrandur Øregaard fær sín fyrsta landsdyst
Í dag spælir føroyska manslandsliðið í fótbólti ímóti Lettlandi fyri sættu ferð, og Føroyum tørvar uppreisn eftir stórtapið fyri Estlandi leygardagin
Petur Knudsen legði Føroyar framum fyri steðgin, men heimaliðið var betri, føroyingarnir gjørdu ov nógv mistøk og taptu til endans 4-1