Montenegro - Føroyar: Mattias í málið fyri Bárð

Montenegro - Føroyar: Mattias í málið fyri Bárð
Mattias Lamhauge avloysir Bárð á Reynatrøð í føroyska málinum ímóti Montenegro í kvøld. Hetta er ein av fýra broytingum, sum føroysku venjararnir hava gjørt
Mattias Lamhauge byrjar inni ímóti Montenegro
Mynd: Hans Erik Danielsen/FSF  
 
25.03.2025 - 18:40

Mattias Lamhauge skal verja føroyska málið í HM-undankappingardystinum ímóti Montenegro í kvøld.

Hann avloysir Bárð á Reynatrøð, sum byrjaði inni ímóti Kekkia leygarkvøldið.

Føroysku venjararnir hava gjørt tríggjar aðrar broytingar á liðnum. Jóannes Kalsø Danielsen kemur inn fyri Jann Benjaminsen, sum fekk ein skaða ímóti Kekkia, og René Shki Joensen og Meinhard Olsen byrja inni ístaðin fyri Hall Hansson og Árna Frederiksberg.

 

Føroyska liðið:

Mattias Lamhauge; Viljormur Davidsen, Andrias Edmundsson, Gunnar Vatnhamar, Odmar Færø, Jóannes Kalsø Danielsen; Meinhard Egilsson Olsen, Brandur Hendriksson Olsen, René Shaki Joensen, Hanus Sørensen; Petur Knudsen

Á beinkinum sita Ari Petersen, Bárður á Reynatrøð, Samuel Chukwudi, Hallur Hansson, Árni Frederiksberg, Páll Klettskarð, Arnbjørn Svensson, Adrian Justinussen, Geza Dávid Turi, Martin Agnarsson, Poul Kallsberg og Noah Hans Mneney.

Dysturin byrjar klokkan 19.45, og sjónvarpið hjá Kringvarpinum byrjar eftir Dag & Viku.

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 28. apríl
Eftir sjey feit ár (4:4)
207658
Týsdag 28. apríl
Flaggdagshald 2026
207663
Týsdag 28. apríl
Breddin: Fútin og Bakkafrostmálið
207660
Mánadag 27. apríl
Við Tórði á túri um Leirvíksfjall
207621
Mánadag 27. apríl
KÍ aftur á slóðina
207602
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 27. apríl
Veðrið
207632
Sunnudag 26. apríl
Guðstænasta úr Sandavágs kirkju
207572
Fríggjadag 24. apríl
Hallucination
207204
Fríggjadag 24. apríl
Veðrið
207539
Fríggjadag 24. apríl
Kakumiks 2 (6:7)
207533